Børn og ung

Aldursómyndug, t.e. persónar undir 18 ár, sum ikki eru giftir, eru undir verjumáli. Hesi børn og ungu eru ómyndug. Hetta merkir, at: 

  • tey ikki sjálvi kunnu binda seg fíggjarliga, við at gera avtalur.
  • tey ikki sjálvi kunnu ráða yvir egnari ogn.
  • tað er verjin/verjarnir, ið virka teirra vegna, tá tað snýr seg um fíggjarligar spurningar.

Í verjumálslógini kap. 6 kans tú lesa meira um, hvørjar atgerðir (dispositiónir) aldurómyndug, ið eru fylt 15 ár, sjálvi kunnu fremja.

Hvør er verji hjá teimum aldursómyndigu?

Tann, sum hevur foreldramyndugleikan, er verji. Um tað er felagsforeldramyndugleiki, eru bæði foreldrini verjar í felag og virka (taka avgerðir) í felag vegna aldursómynduga.

Um verjarnir ikki kunnu semjast um eina fíggjarliga avgerð, tekur Familjufyrisitingin avgerðina fyri tey. 

Misnýtir ein verji sína uppgávu, ella vísir seg at verða óegnaður til uppgávuna, ella tað er neyðugt orsakað av fyrilit fyri aldursómynduga, kann Familjufyrisitingin taka verjumálið frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan.

Um foreldrini hava felags foreldramyndugleika, og annað av foreldrunum kemur undir verjumál sbrt. reglunum um verjumál fyri vaksin, ella fær verjumálið frátikið, er hitt foreldrið verji einsamalt.

Um hetta verður galdandi fyri bæði foreldrini ella fyri tað foreldrið, sum hevur foreldramyndugleikan einsamalt, skal Familjufyrisitingini tilnevna ein nýggjan verja.

Pengar (midler) hjá barninum

Verjar hjá einum aldursómyndugum barni, skulu altíð hava góðkenning frá Familjufyrisitingini til at brúka ogn hjá barninum. Tað kann til dømis vera, um tann aldursómyndugi hevur arvað ella hevur fingið endurgjald. Góðkenning skal útvegast áðrenn nýtsluna.  

Snýr tað seg um pengar, sum tann aldursómyndugi hevur ognað sær við at arbeiða, hevur fingið sum gávu ella hevur fingið sum óbundin arvur við testamenti, krevst góðkenning tó ikki.

Tað er ikki vanligt, at foreldur, sum eru verjar fyri síni aldursómyndugu børn og ung, fáa ogn leysgivna til at nýta til vanligar útreiðslur, t.d. til mat, klæðir, bústað og frítíðarvirksemi. Orsøkin til hetta er, at foreldur hava uppihaldsskyldu mótvegis sínum børnum.

Foreldrini skulu tískil sum høvuðsregla sjálvi rindað fyri tílíkar útreiðslur. Tó kann Familjufyrisitingin hendingaferð leysgeva pengar (midler), um tað stendur fíggjarliga illa til hjá foreldrunum. Í tílíkum støðum verður gjørd ein ítøkilig meting í hvørjum einstøkum føri. Her hava m.a. upplýsingar um fíggjarviðurskifti hjá barninum og persónlig viðurskifti, harímillum møguligt brek og upplýsingar um fíggjarviðurskifti og persónlig viðurskifti hjá foreldrunum, eisini týdning.

Omanfyri er galdandi óansæð, um ognin stendur inni í einari góðkendari umsitingardeild ella á vanligari kontu.

 

Ogn á 75.000 kr. ella størri

Um ognin, ið er fevnd av verjumálinum, er á 75.000 kr. ella meira, skal ognin setast inn í eina umsitingardeild. Góðkendar umsitingardeildir eru BankNordik og Betri Banki.

 

Ogn minni enn 75.000 kr.

Er ognin, ið er fevnd av verjumálinum, minni enn 75.000 kr., skal verjin/verjarnir seta ognina á eina kontu í einum banka. Kontan skal verða stovnað í navninum hjá barninum og hava eina frámerking um, at kontan er fevnd av umsiting hjá verjanum.  

+298 20 22 24
Undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn