
Barnaserkønur ráðgevi til Familjufyrisitingina
Eitt starv á fulla tíð sum barnaserkønur ráðgevi hjá Familjufyrisitingini er leyst at søkja við starvsbyrjan 1. august 2023 ella skjótast tilber. Talan er um farloyvisstarv fram til 1. august 2024.
Familjufyrisitingin
Familjufyrisitingin umsitur uppgávur innan familju- og persónsrættin, millum annað mál um hjúnaskilnað, samveru, ættleiðing, barnagjøld, faðirskap, verjumál og framtíðarfulltrú.
Tú kanst lesa um arbeiðsøkið hjá Familjufyrisitingini á heimasíðu okkara www.famf.fo.
Arbeiðsuppgávur
Sum barnaserkønur ráðgevi verða uppgávurnar hjá tær millum annað at
- ráðgeva foreldrum og børnum í sambandi við samstarvstrupulleikar og ósemju um samveru, foreldramyndugleika og bústaðin hjá barninum.
- hava samrøður við børn við atliti at lýsa sjónarmiðið hjá barninum.
- luttaka á tvørfakligum samverufundum og í tvørfakligum arbeiði.
- eygleiða samveru millum barn og foreldur.
- skipa fyri og hava samrøðubólkar til børn, hvørs foreldur ikki liva saman, og foreldrasamstarvsskeið.
- hava samrøður við umsøkjarar, sum søkja um góðkenning at ættleiða.
- gera uppfylgjandi frágreiðingar av trivnaðinum hjá børnum, ið eru ættleidd.
Førleikakrøv
- Tú ert útbúgvin sosialráðgevi ella hevur líknandi fakligar førleikar.
- Tú loysir uppgávur við høgari dygd.
- Tú hevur góð innlivingarevni og megnar skjótt at skapa samband og tryggleika við foreldur og børn, eisini tá ið støða er merkt at stríði og kreppu.
- Tú hevur royndir við og áhuga fyri at handfara ósemjur
- Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.
- Tú hevur góðar førleikar at arbeiða við teldu og journalisering.
- Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur fakfólk.
- Tú ert væl skipað/ur, fleksibul og megnar at arbeiða undir trýsti.
- Tú hevur góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.
Familjufyrisitingin kann bjóða tær eitt
- fjølbroytt og mennandi starv í fyrisiting, ið eru undir støðugari menning.
- arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er í hásæti.
- starv í einum sterkum fakligum umhvørvi.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Súsonnu Nordendal, virkandi stjóra, á tlf. 20 22 24, ella við telduposti til famf@famf.fo
Umsókn
Umsókn skal sendast til:
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn
ella við telduposti til:
Umsókn við prógvi, CV og møgulig avrit av øðrum skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. juni 2023.
Í sambandi við setan verður barnaváttan umbiðin.