
Barnaserkønur sálarfrøðingur til Familjufyrisitingina
Treytað av játtan er starv sum barnaserkønur sálarfrøðingur í Familjufyrisitingini leyst at søkja við setan skjótast tilber.
Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð.
Lýsing av Familjufyrisitingini
Familjufyrisitingin umsitur ymiskar uppgávur innan familju- og persónsrættin, m.a. mál um barnagjøld, samveru, hjúnaskilnað, sundurlesing, ættleiðing, faðirskap, framtíðarfulltrúir og verjumál.
Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Familjufyrisitingini á heimasíðu okkara www.famf.fo.
Arbeiðsuppgávur
Sum barnaserkønur sálarfrøðingur í Familjufyrisitingini verða uppgávurnar hjá tær m.a. at
- hava samrøður við børn, har fyrilit verður tikið fyri sjónarmiðunum hjá barninum.
- eygleiða samveru millum barn/børn og foreldur.
- skipa fyri og hava samrøðubólkar til børn, hvørs foreldur ikki liva saman, og foreldrasamstarvsskeið.
- veita barnaserkøna ráðgeving til foreldur, ið ikki liva saman, og børn teirra.
- gera barnaserkønar kanningar, møguliga foreldraførleikakanningar og onnur serkøn ummæli.
- góðskutryggja okkara mannagongdir við atliti at tí, ið er mett best fyri barnið.
- skipa innanhýsis undirvísing innan títt fakøki.
- gera ymiskt kanningararbeiði innan málsøkini, ið vit umsita.
- veita fulltrúum ráðgeving í sambandi við málsviðgerð.
Førleikakrøv
- Tú ert útbúgvin og løggildur sálarfrøðingur.
- Tú hevur góðar fakligar førleikar, loysir uppgávur við høgari dygd og hevur góðan kunnleika til menningar- tilknýtis- og kreppusálarfrøði.
- Tú hevur góð innlivingarevni og megnar skjótt at skapa samband og tryggleika. Tær dámar væl at hava beinleiðis samband við børn og foreldur – eisini tá ið støða teirra er merkt av stríði og kreppu.
- Tú hevur royndir við og áhuga fyri at handfara ósemjur.
- Tú hevur hug og hegni at loysa tær umsitingarligu uppgávurnar, ið fylgja við arbeiðinum sum barnaserkønur sálarfrøðingur.
- Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.
- Tú hevur góðar telduførleikar og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
- Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við løgfrøðingar og onnur starvsfólk.
- Tú ert væl skipað/-ur, fleksibul og megnar at arbeiða undir trýsti.
- Tú hevur góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.
Familjufyrisitingin kann bjóða tær
- eitt fjølbroytt, mennandi starv í nýggjari føroyskari fyrisiting, ið er undir støðugari menning.
- eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er í hásæti.
- eitt starv í einum sterkum fakligum umhvørvi, við góðum møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
- høvi at vera við til at menna familjurættarliga økið.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Akademikarafelag.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Súsonnu Nordendal, virkandi stjóra, á tlf. 20 22 24, ella við telduposti til famf@famf.fo.
Umsókn
Umsókn skal sendast til:
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn
ella við telduposti til:
Umsókn við prógvi, CV og møgulig avrit av øðrum skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. februar 2023.
Í sambandi við setan verður barnaváttan umbiðin.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.