Íverksetan av verjumáli

Verjumál kann setast í verk fyri persónar, sum hava fylt 18 ár, og sum ikki sjálvir eru førir fyri at taka sær av egnum persónligum og/ella fíggjarligum viðurskiftum.

Tá verjumál verður sett í verk fyri ein persón, merkir tað, at viðkomandi fær ein verja, sum virkar (tekur avgerðir) vegna viðkomandi í teimum spurningum, sum verjumálið fevnir um. 

Í flestu verjumálum er persónurin enn myndigur og kann virka (taka avgerðir) sjálvur. Persónurin hevur eisini enn valrætt.

Í summum førum er tørvur á at forða fyri, at persónurin verður misbrúktur fíggjarliga, ella at persónurin gongur við til óhepnar avtalur, t.d. keypir alt ov kostnaðarmiklar lutir, sum hann ella hon als ikki hevur tørv á.

Í tílíkum støðum kann fíggjarliga løgræðið hjá persóninum verða tikið frá honum. Hetta merkir, at persónurin verður ómyndigur, og tískil kann hann ikki gera fíggjarligar bindandi avtalur.

Tá ein persónur verður ómyndigur, missur persónurin eisini valrættin til Løgtingið. Tað ber ikki til hjá verjanum at taka við valrættinum hjá ómynduga persóninum. Persónurin missir ikki valrættin til kommunuval.

Hvat kann eitt verjumál fevna um?

Eitt verjumál skal ikki fevna um meira enn hægst neyðugt.

Tað er eitt inntriv í persónliga frælsið hjá persóni, tá verjumál verður sett í verk, tí verjin kann taka avgerðir vegna viðkomandi.

Eitt verjumál kann avmarkast til at fevna júst um tað, sum er neyðugt í ítøkiligu støðuni. Tað kann til dømis fevna um arv, sølu av fastari ogn ella neyðugar persónligar og fíggjarligar avgerðir í sambandi við ætlan at flyta á ellisheim.

Eitt verjumál kann eisini vera tíðaravmarkað.

Høvuðssløg av verjumálum

Talan er um 3 høvuðssløg av verjumálum. 

Hesi eru:

  • Vanlig verjumál
  • Verjumál við frátøku av virkisførinum
  • Samverjumál.

 

Vanlig verjumál: 

Áðrenn eitt vanligt verjumál kann setast í verk, skal ein røð av treytum verða loknar.

Um tað ikki er viðkomandi persónur sjálvur, ið søkir um verjumálið, eru tær harðastu treytirnar galdandi. Hesar treytir eru:

  • Persónurin skal hava sinnissjúku (ella ringa demenssjúku), hava sálarligt menningartarn ella hava álvarsliga viknaða heilsustøðu.
    Hetta skal gera, at viðkomandi sjálvur ikki er førur fyri at taka avgerðir.
  • Persónurin skal hava tørv á einum verja. Ikki øll, sum hava tørv á verja, lúka omanfyri nevndu treytir.

Treytirnar fyri at seta í verk verjumál, eru ikki so harðar, um persónurin sjálvur søkir. Í slíkum føri kann Familjufyrisitingin seta verjumál í verk, um viðkomandi, orsakað av sjúku ella sera viknaðari heilsustøðu, ikki er skikkaður til at fyrisita egin fíggjarviðurskifti. Eitt tílíkt verjumál kann sostatt bert fevna um fíggjarlig viðurskifti.

 

Verjumál við frátøku av løgræði: 

Frátøka av løgræði kann koma afturat einum vanligum fíggjarligum verjumáli, um tað er neyðugt fyri at forða fyri, at viðkomandi setur ogn, inntøku ella onnur fíggjarlig áhugamál í vanda, sum kann skerja viðkomandi munandi, ella at forða fyri fíggjarligari misnýtslu.

Treytað er, at í seinasta lagi, samtíðis sum løgræðið verður tikið frá persónum, verður sett verjumál í verk, sum fevnir um fíggjarlig viðurskifti.

Persónur, hvørs løgræði er frátikið, er ómyndugur og kann tí ikki gera fíggjarligar avtalur, sum eru bindandi uttan so, at annað er avgjørt. Persónurin hevur heldur ikki valrætt til Løgtingið, men til kommunuval.

Tað er Føroya Rættur, ið kann taka løgræðið frá persónum.

 

Samverjumál: 

Samverjumál er tað verjumálið, ið hevur minst inntriv. Fyritreytin fyri at seta í verk samverjumál er, at tað er viðkomandi sjálvur ið søkir.

Treytirnar, fyri at seta í verk fíggjarligt samverjumál, eru ikki so harðar. Tó treytar eitt fíggjarligt samverjumál, at persónurin virkar so væl, at hann er førur fyri at samstarva við samverjan um tað fíggjarliga. Samverjumál kunnu setast í verk fyri persónar, sum orsakað av, at teir eru óroyndir, hava viknaða heilsu ella aðra líknandi støðu; hava tørv á hjálp til at fyrisita egna ogn ella røkja onnur egin fíggjarlig viðurskifti.

Samverjumál kunnu avmarkast til at fevna um ítøkilig fíggjarlig virðir (aktiv) og viðurskifti. Tað ber ikki til at seta í verk samverjumál viðvíkjandi persónligum viðurskiftum.

Samverji og viðkomandi virka í felag í viðurskiftum, sum samverjumálið fevnir um.

Onki eftirlit er við samverjumálum. Til dømis eru reglur um, at verji skal senda roknskap til Familjufyrisitingina til góðkenningar, umsiting av ognini og at seta ogn í virðir, umframt skyldur hjá verja til at fáa góðkenning frá Familjufyrisitingini viðvíkjandi serligum atgerðum (dispositiónum), ikki galdandi í samverjumálum.

Broyting av einum verjimáli

Um hendingar fara fram, sum gera at tørvur er á at minka ella víðka verjumálið, skal verjumálið broytast. Hetta treytar, at Familjufyrisitingin verður gjørd varug við broytingina. Um Familjufyrisitingin sjálv verður varug við broytta tørvin, kann Familjufyrisitingin eisini sjálv avgera, um eitt verjumál skal broytast.

Hvør kann søkja?

Niðanfyrinevndu kunnu søkja um, at verjumál verður sett í verk, broytt ella strikað:

 

  • Viðkomandi persónur
  • Hjúnafelagi hjá persóninum, børn, foreldur, systkin ella onnur skyldfólk og næstringar
  • Bygdaráð
  • Býráð
  • Føroya Landfúti
  • Almannamálaráðið (Almannaverkið)

Onnur enn omannevndu kunnu ikki søkja. 

Umsóknaroyðublað er at finna her. Umsóknin skal sendast til Familjufyrisitingina. Verður søkt um frátøku av løgræðinum, skal umsóknin sendast til Føroya Rætt.

+298 20 22 24
Undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn