Kæra um hjúnafelagagjald
Verða tit ikki samd eftir hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Føroya rættur taka avgerð um, hvørt hjúnafelagagjald skal áleggjast, og um so verður, hvussu leingi skyldan skal vara. Síðani tekur Familjufyrisitingin støðu til støddina á gjaldinum.
Avgerð um at hjúnafelagagjald skal áleggjast, og um hvussu leingi skyldan skal vara, kann kærast til Eystara Landsrætt. Fyri nærri kunning um freistir o.a. ber til at hyggja á heimasíðuna hjá dómsvaldinum.
Avgerðin hjá Familjufyrisitingini, um støddina á gjaldinum, kann kærast til Kærustovnin innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kæran skal sendast til:
Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til fks@fks.fo