Løgfrøðingur til Familjufyrisitingina
Starv sum løgfrøðingur í Familjufyrisitingini er leyst at søkja við starvsbyrjan 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Um Familjufyrisitingina
Familjufyrisitingin umsitur ymsar uppgávur á familju- og persónsrættarliga økinum. Millum annað viðgera vit mál um hjúnaskilnað/sundurlesing, samveru, bústað hjá barni, barnagjald, ættleiðing, faðir- og sammóðurskap, verjumál og framtíðarfulltrú.
Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Familjufyrisitingini á heimasíðu okkara www.famf.fo.
Arbeiðsuppgávur
Sum løgfrøðingur í Familjufyrisitingini skalt tú í høvuðsheitum
-
viðgera mál og taka avgerðir á persóns- og familjurættarliga økinum, í høvuðsheitum mál um samveru og bústað.
-
vegleiða borgarum og øðrum myndugleikum.
-
samstarva tvørfakliga við myndugleikar og aðrar starvsbólkar í Familjufyrisitingini.
-
evna fakligar vegleiðingar, mannagongdir og tílíkt á familju- og persónsrættarliga økinum.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú
- ert løgfrøðingur ella um at gera útbúgvingina lidna.
- hevur áhuga fyri familju- og persónsrættinum.
- ert arbeiðssom/-samur, hevur góðar fakligar førleikar og loysir uppgávur við dygd og nærlagni.
- ert tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og dámar væl at hava beinleiðis samband við viðskiftafólk.
- hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.
- megnar at arbeiða við fólki, sum stundum eru í kreppustøðu.
- ert skipað/-ur og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakliga.
- trívist við og megnar ein gerandisdag við ymsum og fjølbroyttum uppgávur.
- ert før/-ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
Royndir á familju- og/ella persónsrættarliga økinum ella í almennari umsiting er ein fyrimunur, men eingin treyt.
Familjufyrisitingin bjóðar
Í Familjufyrisitingini fært tú
- eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum sterkum fakligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á at taka rættar og greiðar avgerðir og at veita viðskiftafólki og myndugleikum góða tænastu.
- góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.
- ein gerandisdag saman við dugnaligum, hugagóðum og hjálpsomum starvsfeløgum, har samstarv, trivnaður og gott arbeiðsumhvørvi eru í hásæti.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Umsókn og freist
Umsókn við prógvi, CV og møgulig avrit av øðrum skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. august kl.12.00
Umsókn skal sendast til famf@famf.fo ella við posti til
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn
Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í viku 34.
Hevur tú spurningar, ella vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Monicu Hjelm Rasmussen, stjóra, á tlf. 20 22 24, ella við telduposti til famf@famf.fo.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.