16 mai 2022
Nýggj lóg um foreldramyndugleika og samveru

Fríggjadagin hin 6. mai 2022 varð nýggj lóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin) samtykt.

Lógin kemur í gildi 1. januar 2023.

Yvirskipað verða rættindi hjá barninum styrkt og dentur verður lagdur á, hvat er best fyri einstaka barnið, og at bæði foreldur hava felags foreldraábyrgd.

Niðanfyri kanst tú lesa ein stuttan samandrátt av nøkrum av nýggju ásetingunum og lógarbroytingunum.

Alt lógaruppskotið, framløga og viðgerð í Løgtinginum, umframt viðkomandi skjøl finnur tú her.

 

Foreldramyndugleiki

Nýggju lógarásetingarnar hava millum annað við sær, at fleiri foreldur fáa sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika.

Eftir galdandi lóg fáa foreldur, ið eru gift við hvørjum øðrum, sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika. Eru foreldur ógift, fær mamman sjálvvirkandi fullan foreldramyndugleika, men eru foreldrini samd, kunnu tey avtala felags foreldramyndugleika umvegis Familjufyrisitingina.

Foreldur at børnum, fødd 1. januar 2023 og frameftir, sum sambært landsfólkayvirlitinum hava livað saman í  10 samanhangandi mánaðir fyri føðing, ella tey á annan hátt kunnu prógva samlív ella tilknýti, fáa felags foreldramyndugleika.

Rætturin kann frá 1. januar 2023 døma felags foreldramyndugleika. Í dag kann rætturin bert døma fullan foreldramyndugleika til eina foreldrið – tað vil siga, antin at eina foreldrið varðveitir foreldramyndugleikan, ella at hitt foreldrið fær fullan foreldramyndugleika.

Foreldur kunnu framhaldandi avtala felags foreldramyndugleika umvegis Familjufyrisitingina.

 

Bústaður

Familjufyrisitingin kann eftir 1. januar 2023 taka avgerð um bústaðin hjá barninum. Men bert í málum, har foreldrini hava felags foreldramyndugleika.

 

Samvera

Í sambandi við avgerðir um vavið av samveru, hevur siðvenja verið, at Familjufyrisitingin í mesta lagi kann áseta eina 6/8-samveruskipan. Tað vil siga, at barnið er hjá samveruforeldrinum í 6 dagar og hjá bústaðarforeldrinum í 8 dagar av 14 døgum. Hetta verður broytt frá 1. januar 2023, soleiðis at Familjufyrisitingin kann taka avgerð um eina javnbýtisskipan, soleiðis at barnið er líka nógvar dagar hjá báðum foreldrunum.

Foreldur hava eftir nýggju lógini felags ábyrgd av útreiðslum og ferðing í sambandi við samveru.

Harafturat kann Familjufyrisitingin áseta samveru við onnur, sum barnið er tætt knýtt at. Onnur, sum barnið er tætt knýtt at, kunnu eisini vera við til barnaserkøna ráðgeving og mekling.

 

Hevur tú spurningar um nýggju lógarásetingarnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24 ella við telduposti á famf@famf.fo 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur