25 jul 2018
Kunning til okkara viðskiftafólk!

Um tú áðrenn 30. juli 2018 hevði eitt mál hjá Ríkisumboðnum, ið ikki varð liðugt viðgjørt, verður málið viðgjørt víðari í Familjufyrisitingini.

Vit yvirtaka øll tey familjurættarligu málini frá Ríkisumboðnum – bæði liðugt viðgjørd og ikki liðugt viðgjørd.

Familjufyrisitingin hevur stongt frá mánadegnum, 30. juli 2018 til fríggjadagin 3. august 2018 í sambandi við, at familjurætturin verður fluttur frá Ríkisumboðnum.  

Hevur tú átrokandi ørindi, kanst tú skriva til Familjufyristingina á famf@famf.fo og upplýsa títt telefonnummar, so venda vit aftur til tín skjótast til ber.

Familjufyrisitingin letur upp frá mánadegnum, 6. august 2018. Tá verða upplatingartíðirnar hesar:  

Gerandisdagar kl. 10.00-15.00.

Til ber eisini at ringja á telefon 20 22 24, gerandisdagar kl. 10.00-12.00 og 12.30-14.00.

Um tú hevði eitt mál hjá Ríkisumboðnum – ið nú skal viðgerast víðari í Familjufyrisitingini, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum viðvíkjandi málinum.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur