28 aug 2018
Almenn móttøka

Týsdagin 4. september 2018, kl. 15.00-17.00, verður móttøka í hølunum hjá Familjufyrisitingini

Í sambandi við yvirtøkuna av familjurættarliga málsøkinum, varð Familjufyrisitingin sett á stovn. Familjufyrisitingin tók við ólavsøkudag 2018, og byrjaði tá umsitingina av familjumálunum, sum áður vóru hjá Ríkisumboðnum.

Virksemi hjá Familjufyrisitingini fevnir m.a. um faðirskaparmál, hjúnaskilnað, foreldramyndugleika, samveru, ættleiðing, barnagjald og verjumál. Harumframt veitir Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og ósemjumekling.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum, heldur røðu kl. 15.30.

 

Vælkomin til móttøku í hølum okkara, undir Bryggjubakka 27, týsdagin 4. september 2018 kl. 15.

Familjufyrisitingin

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur