10 mai 2018
Familjufyrisitingin verður á Bryggjubakka í Havn

Familjumálini verða yvirtikin ólavsøkudag, og tá verður umsitingin føroysk.

Familjufyrisitingin tekur við ólavsøkudag, tá umsitingin av familjumálum verður føroyskt málsøki, og nú er avgerð tikin um at familjufyrisitingin verður á Bryggjubakka 29 í Havn.

Ríkisumboðið umsitur málsøkið sum er, men nú biður Landsverk um tilboð upp á innbúgv til nýggju Familjufyrisitingina, sum skal verða á Bryggjubakka.

Familjufyrisitingin verður almennur stovnur, sum fer at viðgera millum annað samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing. 

Harumframt fer Familjufyrisitingin at veita barnaserkøna ráðgeving og mekling.

Freistin at lata inn tilboð upp á innbúgvið er til 17. mai kl.14.00.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur