27 mai 2021
Samvera í summarfrítíðini

Summarið er í nánd, og hjá foreldrum, ið ikki liva saman, elvir tað ofta til spurningar og ivamál viðvíkjandi samveru í summarfrítíðini.

Nógv foreldur, ið ikki liva saman, avtala sínámillum (uttan hjálp frá Familjufyrisitingini), hvussu samvera skal skipast í summarfrítíðini. Onnur kunnu hava fingið hjálp frá Familjufyrisitingini til at gera avtalu um samveru. Ella kanska Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð.

 

Nær fellur vanlig samvera (gerandis- og vikuskiftissamvera) burtur?

Er gerandis-/vikuskiftissamvera ásett, við avtalu ella avgerð, heldur hon í høvuðsheitum fram gjøgnum alt árið. Vanliga samveran fellur bara burtur, um foreldur hava avtalað tað, ella ein avgerð er tikin um tað. Til dømis við avtalu ella avgerð um at foreldrini skiftivís halda jól, nýggjár, páskir, heystferiu ella annað saman við barninum/børnunum.

Harafturat fellur vanlig samvera vanliga burtur, tá ið bústaðarforeldrið hevur feriu saman við barninum/børnunum.

Við avtalu gjøgnum Familjufyrisitingina ella avgerð frá Familjufyrisitingini, standa ásetingar um burturfall av vanligari samveru skrivaðar í samveruskjalinum í ítøkiliga málinum.

Í sambandi við summarfrítíð, er longdin á summarferiusamveru vanliga avtalað/avgjørd, men tíðarfestingin er ofta ikki føst fyri hvørt ár frameftir. 

Vanliga er skrivað í samveruskjalið, hvør av foreldrunum hevur rætt til at velja tíðarfesting av summarferiu fyrst, ávikavist makað og ómakað ár, umframt ein freist at boða hinum foreldrinum frá, nær viðkomandi heldur feriu saman við barninum/børnunum.

  • Er eingin freist ásett, er tað upp til foreldrini at semjast sínámillum. Lógin hevur onga áseting um freist.
  • Er freist ásett og foreldrið, ið eigur at velja fyrst í ár, ikki hevur boðað hinum foreldrinum frá áðrenn freistina, missur tað foreldrið rættin til at velja fyrst, og hitt foreldrið fær møguleikan at velja fyrst.

Vanlig gerandis- og vikuskiftissamvera fellur í hesum føri sjálvandi burtur tá ið summarferiusamvera er, umframt tá ið bústaðarforeldrið hevur summarferiu saman við barninum/børnunum.

 

Umsókn um at summarfrítíðarsamvera verður ásett ella broytt

Eru foreldur ikki samd um skipan av samveru í summarfrítíðini, kunnu tey søkja Familjufyrisitingina um at áseta ella broyta samveru. Tá ið Familjufyrisitingin fær eina umsókn, verður altíð fyrst roynt at hjálpa foreldrunum at semjast um eina samveruskipan. Verða foreldrini ikki samd, eftir hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Familjufyrisitingin taka avgerð.

Verður søkt um, at samvera í summarfrítíðini verður ásett, er umráðandi at umsóknin er Familjufyrisitingini í hendi í góðari tíð. Familjufyrisitingin skal altíð taka avgerð eftir einari ítøkiligari meting av barnsins besta í ítøkiliga málinum. Tí skal Familjufyrisitingin hava tíð til at viðgera málið, kanna og savna inn upplýsingar, soleiðis at ein avgerð kann takast, alt eftir, hvat verður mett best fyri einstaka barnið. Samveran kann verða ásett til alt frá einum degi til at summarfrítíðin verður býtt javnt millum foreldrini – alt eftir umstøðunum í ítøkiliga málinum.

 

Samvera uttanlands

Hevur bústaðarforeldrið fullan foreldramyndugleika, gevur ein samveruavgerð hjá Familjufyrisitingini samveruforeldrinum bert rætt til samveru í Føroyum, danska kongaríkinum og hinum Norðurlondum. Foreldur kunnu sjálvi avtala, at barnið kann ferðast við samveruforeldrinum uttanfyri Norðurlond.

Verða foreldur ikki samd, kann samveruforeldur søkja Familjufyrisitingina um samveru uttanlands. Familjufyrisitingin metir um tað er gott fyri barnið at fara við samveruforeldri uttanlands. Í nógvum førum avger Familjufyrisitingin, at barnið sleppur at halda frítíð uttanlands ella at vitja familju uttanlands.

Hava foreldur felags foreldramyndugleika, kunnu bæði foreldur ferðast við barninum uttanlands, uttan at tað krevur avgerð frá Familjufyrisitingini ella samtykki frá hinum foreldrinum. Hetta er tó ikki galdandi um foreldur eru ósamd um foreldramyndugleikan, ella um Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð at avmarka rættin til samveru við barnið uttanlands, og samtykki tí krevst frá hinum foreldrinum.

 

 

Les meira um samveru her og í vegleiðing okkara um samveru her.

Umsóknar- og avtaluoyðublað eru at finna her.

+298 20 22 24

Telefontíðir
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn

Avgreiðslutíðir
kl. 10.00-15.00
Aftur