Ósemjumekling

Í málum, har foreldrini eru ósamd um, hvør skal hava foreldramyndugleikan, ella hvussu nógv barnið skal vera hjá hvørjum av foreldrunum, bjóðar Familjufyrisitingin ósemjumekling.

Ósemjumekling (konfliktmekling), eisini kallað mediatión, er ein arbeiðsháttur, sum skal hjálpa pørtunum í einari ósemju at samráðast og semjast um eina felags loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka.

Grundarlagið undir ósemjumekling er, at tað eru partarnir sjálvir, ið rúma bestu loysnina til júst teirra ósemju. Sostatt førir meklarin tilgongdini, men partarnir hava sjálvir ábyrgd av úrslitinum.

Í mekling verður dentur lagdur á framtíð og ikki fortíð.

Ósemjumekling er altíð sjálvboðin fyri báðar partar og kann verða avbrotin til eina og hvørja tíð, um ein av pørtunum ikki ynskir at halda fram.

Treytir fyri ósemjumekling

Tað er sjálvboðið at luttaka í ósemjumekling, men meklingin kann bert útinnast, um bæði foreldrini luttaka. Bæði foreldrini mugu eisini hava vilja og evni til at arbeiða fyri at finna eina felags loysn. Hava foreldrini eitt samverumál undir viðgerð í Familjufyrisitingini, verður viðgerðin av málinum steðgað, til ósemjumeklingin er liðug.

Hvør er meklarin?

Meklarin er útbúgvin í ósemjumekling. Viðkomandi er altíð neutralur og ópartískur í sambandinum við bæði foreldur, og viðkomandi hevur tagnarskyldu viðvíkjandi tí, sum kemur fram undir meklingini.

Meklarin kennir ikki til málið, sum foreldrini møguliga hava í Familjufyrisitingini. Frammanundan meklingina fær meklarin bert upplýst navn á foreldrum, aldur og bústað, umframt navn og aldur á barni/børnum.

Meklarin kemur ikki við uppskotum til loysnir ella meting av ósemjuni. Tað eru partarnir sjálvir, sum samráðast fram til júst ta loysnina, sum er røtt fyri tey.

Leikluturin hjá meklaranum er at vera samráðingarleiðari. Tað merkir, at viðkomandi skal standa fyri og leiða samráðingina gjøgnum fasurnar í ósemjumeklingini.

Hvussu gongur ósemjumekling fyri seg?

Ósemjumekling hevur fleiri stig:

  1. Partarnir greiða hvør sær frá ósemjuni, og meklarin setur útdýpandi spurningar. Báðir partar fáa møguleika at føra fram sína egnu uppliving av ósemjuni. Hesin framferðarháttur hjálpir pørtunum at seta seg inn í og skilja sjónarmið, tørv og áhugamál hjá hvør øðrum.
  2. Við serligum lurti- og spurnarhátti leiðir meklarin samráðingarnar, soleiðis at partarnir koma fram til eina felags fatan og lýsing av trupulleikunum, sum ósemjan snýr seg um.
  3. Partarnir koma við uppskotum um nakrar møguligar loysnir við støði í samráðingunum.
  4. Partarnir samráðast um eina ella fleiri loysnir, sum báðir partar meta vera góðar. Avtala verður skrivað niður.

Einstøku stigini hjálpa pørtunum at tosa saman á ein hátt, sum er sera ymiskur frá tí háttinum, stríðandi partar vanliga tosa saman í einari trætu. Tað eru partarnir sjálvir, sum loysa ósemjuna.

Eitt gott semingsúrslit er millum annað eyðkent við, at hugsað verður um tørv og áhugamál hjá báðum pørtum, at fyrimunirnir eru størri av at halda avtaluna enn at bróta hana, og at partarnir frameftir kunnu hava eitt gott sínámillum samband.

Tríggir tímar verða settir av til mekling. Um hetta ikki er nóg mikið, er møguleiki fyri, at tíð verður løgd afturat. Ósemjumekling er ókeypis.

Hvussu sleppi eg til ósemjumekling?

Ynskja tit ósemjumekling, skulu tit venda tykkum til Familjufyrisitingina. Antin við telduposti ella telefon.

Tá Familjufyrisitingin móttekur umbønina, verða tit innkallað til samrøðu við ósemjumeklara.

Vilt tú vita meira?
Familjufyrisitingin bjóðar eisini barnaserkøna ráðgeving.

Sí faldaran Tá samstarvið er trupult – góð ráð til foreldrasamstarv og ein lýsing av, hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri barnið, um foreldrini hava torført við at samstarva.

Sí faldaran Barnið í miðdeplinum.

Hevur tú tørv á nærri kunning um ósemjumekling, kanst tú seta teg í samband við Familjufyrisitingina.

+298 20 22 24
Undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn