
Skrivstovufólk til Familjufyrisitingina
Starv sum skrivstovufólk í Familjufyrisitingini er leyst at søkja við starvsbyrjan skjótast tilber.
Talan er um fast starv og arbeiðstíðin er í mesta lagi 28 tímar um vikuna.
Lýsing av Familjufyrisitingini
Familjufyrisitingin umsitur uppgávur innan familju- og persónsrættin – millum annað mál um sundurlesing/hjúnaskilnað, samveru, barnagjald, ættleiðing, faðirskap/sammóðurskap, verjumál og framtíðarfulltrú.
Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Familjufyrisitingini á heimasíðu okkara www.famf.fo.
Arbeiðsuppgávur
Sum skrivstovufólk í Familjufyrisitingini skalt tú í høvuðsheitum
- málsviðgera og taka avgerðir um barnagjald,
- viðgera faðirskaparmál,
- leiðbeina viðskiftafólki okkara,
- innkalla viðskiftafólk til fundir og barnaserkøna ráðgeving, og
- røkja fyrifallandi uppgávur á stovninum.
Førleikakrøv
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving, og tú hevur
-
góðar fakligar førleikar og loysir uppgávur við høgari dygd.
-
tænastulyndi og dámar væl at hava beinleiðis samband við viðskiftafólk.
-
góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.
-
áhuga fyri familjurættarliga økinum og megnar at arbeiða við fólki, ið stundum eru í kreppustøðu.
-
góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og eingilskum.
-
góðar telduførleikar og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
Eisini krevur starvið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og í tøttum samstarvi við aðrar starvsfelagar – at tú ert væl skipað/-ur, hevur evni at hava fleiri bóltar í luftini í senn og megnar at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
Royndir á familjurættarliga økinum ella í aðrari almennari umsiting er ein fyrimunur, men eingin treyt.
Familjufyrisitingin kann bjóða tær
- eitt fjølbroytt, mennandi starv í nýggjari føroyskari fyrisiting, ið er undir støðugari menning.
- góða upplæring.
- eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi, har trivnaður er í hásæti.
- ein gerandisdag saman við hugagóðum og hjálpsomum starvsfeløgum, har dentur verður lagdur á at taka rættar og greiðar avgerðir og at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu.
- eitt starv í einum sterkum fakligum umhvørvi, við góðum møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsókn
Umsókn skal sendast til:
Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn
ella við telduposti til:
Umsókn við prógvi, CV og møgulig avrit av øðrum skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. juli 2022 kl. 12.00.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Súsonnu Nordendal, virkandi stjóra, á tlf. 20 22 24, ella við telduposti til famf@famf.fo
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.