Verjumál

Familjufyrisitingin kann seta í verk verjumál fyri ein persón, ið hevur tørv á, at ein annar persónur tekur avgerðir vegna viðkomandi í fíggjarligum ella persónligum viðurskiftum. Verjumál er tó treytað av, at viðkomandi ikki er førur fyri at taka slíkar avgerðir sjálvur. Viðkomandi kann sostatt fáa ein verja, ið kann taka neyðugu avgerðirnar fyri viðkomandi.

Lógin um verjumál kom í gildi í Føroyum tann 1. mai 2010

Sambært lógini, skal ein ítøkilig meting gerast av, í hvørjum vavi og á hvørjum øki viðkomandi hevur tørv á einum verja, áðrenn verjumál kann setast í verk.

Verjumálið skal altíð lagast til ítøkiliga tørvin og skal ongantíð fevna um meira enn neyðugt.

Tá Familjufyrisitingin fær eina umsókn um verjumál, fær persónurin altíð at vita, um søkt er um verjumál – óansæð hvussu lítið viðkomandi skilir

Familjufyrisitingin boðar altíð avvarðandi frá, uttan so, at tað er sjálvur persónurin, sum hevur søkt um verjumálið.

Familjufyrisitingin heitir á læknan hjá viðkomandi um eina læknaváttan. Læknin skal gera eina læknaváttan, soleiðis at Familjufyrisitingin kann meta um, hvørt tey heilsuligu krøvini fyri eitt verjumál eru lokin. Gevið gætur, at tað er ein serlig læknaváttan, ið verður brúkt til verjumál. Sí læknaváttan her

Um persónurin býr á stovni, savnar Familjufyrisitingin eina útsøgn frá stovninum.

Tá Familjufyrisitingin hevur móttikið læknaváttanina og møguliga útsøgn frá stovninum, kunnar Familjufyrisitingin tann, sum verjumál er søkt fyri, um tað sum stendur í læknaváttani og útsøgnini frá stovninum. Persónurin kann síðani biðja um fund við Familjufyrisitingina, ella koma við viðmerkingum til málið, áðrenn avgerð verður tikin.

Aftaná hetta, kann Familjufyrisitingin vanliga taka avgerð í máli um verjumál.

Verður mett av Familjufyrisitingini, at málið er ivingarsamt at viðgera, verður málið latið víðari til rættin. Hetta ger seg galdandi um til dømis tann, sum verjumálið verður søkt fyri, mótmælir verjumálinum.

Málsviðgerðin í Familjufyrisitingini

Verjumál fyri giftar persónar

Í flestu hjúnabondunum hevur hvørgin av hjúnafeløgunum serogn. Tað merkir, at felagsogn er í hjúnabandinum, og hjúnafelagar hava eitt sonevnt felagsbúgv.

Í tílíkum førum eru reglur, at Familjufyrisitingin hevur eftirlit við einum verjumáli, bert galdandi, um hjúnafelagin er verjin.

Er verjin harafturímóti ein annar enn hjúnafelagin, stýra verjin og hjúnafelagin í felag tann partin av felagsbúnum, sum er fevnt av verjumálinum. Hetta merkir m.a.:

  • at verjin ikki skal framleggja roknskap fyri Familjufyrisitingini.
  • at tað ikki er neyðugt hjá verja at fáa góðkenning frá Familjufyrisitingini í sambandi við serligar atgerðir (dispositiónir), t.d. við sølu av fastari ogn.
  • at ognin ikki skal umsitast í einari góðkendari umsitingardeild.
Kæra

Til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum

Tær flestu avgerðirnar, sum Familjufyrisitingin tekur, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum. Tú skalt vera partur í málinum, fyri at kunna kæra eina avgerð.

Kærast skal innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina frá Familjufyrisitingini.

Kæran skal sendast til: 

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til fks@fks.fo

Til dómstólarnar

Avgerðir hjá Familjufyrisitingini um sjálvan verjumálsformin, kanst tú leggja fyri Føroya Rætt. Hetta skal eisini gerast innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina frá Familjufyrisitingini.

Avgerðir um verjumálsformar eru:

Avgerðir um at seta í verk ella strika verjumál og
Avgerðir um at broyta vavið á einum verjumáli.
Somu persónar og myndugleikar, sum kunnu søkja um verjumál, kunnu eisini leggja avgerðir um verjumálsformin hjá Familjufyrisitingini fyri rættin.

Um tú ynskir at leggja eina avgerð um verjumálsformin fyri rættin, skalt tú kunna Familjufyrisitingina um tað. Familjufyrisitingin sendir málið til rættin. 

Kærur um avgerðir hjá Familjufyrisitingini um, hvør skal vera verji, skulu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.

+298 20 22 24
Undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn