Verjar

Ein verji er ein persónur, ið tekur avgerðir í fíggjarligum ella persónligum viðurskiftum vegna ein persón, ið verjumál er sett í verk fyri. Hetta orsakað av, at viðkomandi hevur tørv á hesum og ikki sjálvur er førur fyri at taka slíkar avgerðir.

Ein verji er sostatt ein persónur, ið tekur neyðugar avgerðir fyri persónin undir verjumáli.

Hvør kann vera verji?

Tá ið Familjufyrisitingin setur eitt verjumál í verk, verður ein verji samstundis tilnevndur. Verjin kann til dømis verða onkur í familjuni ella onkur annar, ið kennir viðkomandi væl.   

Familjufyrisitingin kann bert tilnevna ein verja, og kann ikki áleggja nøkrum at verða verji.  

Familjufyrisitingin kann tilnevna ein av settu verjunum hjá Familjufyrisitingini (ein fastan verja), um tað ikki er gjørligt at finna ein verja, ið hevur førleikarnar, ella um tað er ósemja millum tey nærmastu um, hvør skal verða verji.   

Ein fastur verji hevur rætt til at krevja samsýning fyri arbeiðið viðvíkjandi verjumálinum. Samsýningin skal vanliga rindast av tí persóni, ið verjumál er sett í verk fyri.

Uppgávur og skyldur hjá verjanum

Verjin skal røkja áhugamálini fyri tann, sum verjumál er sett í verk fyri, og virka (taka avgerðir) vegna viðkomandi í spurningum, sum verjumálið fevnir um. 

Verjin skal syrgja fyri, at inntøkurnar verða brúktar til gagns fyri tann, sum er fevndur av verjumálinum og syrgja fyri, at møgulig ogn verður varðveitt og gevur hóskandi úrtøku.

Verjin kann ikki virka óavmarkað, tí fleiri atgerðir (dispositiónir), sum verjin skal taka, krevja at verjin hevur fingið hesar góðkendar frá Familjufyrisitingini frammanundan.

Hvørjar uppgávur og skyldur verjar hava, eru nágreinaðar nærri í verjuvegleiðingini.

Skúgvar verjin sínar skyldur til viks, er hann endurgjaldsskyldugur yvir fyri persóninum, sum er undir verjumáli, fyri skaða, sum er elvdur við vilja ella við ósketni.

Niðanfyri eru nevndar nakrar uppgávur og skyldur hjá verja.

 

Umsiting av ogn

Fevnir verjumálið um ogn, sum er 75.000 kr. ella hægri, eigur verjin ikki at lata peningin standa í vanligum peningastovni, men skal seta peningin í eina góðkenda umsitingardeild. BankNordik og Betri Banki eru góðkendir sum umsitingardeild. 

Harafturat eru fastar reglur um, hvussu verjin kann seta ognina í virðir.

 

Inntøkuroknskapur

Verjin skal halda roknskap yvir, hvussu hann umsitur inntøkurnar fyri tann, sum verjumál er sett í verk fyri. Hvørt ár skal verjin lata inntøkuroknskap til Familjufyrisitingina. Oyðublað, at føra inntøkuroknskapin á, fæst hjá Familjufyrisitingin og fæst við at klikkja her.

Álmanakkaárið er roknskaparár, og verjin skal senda inntøkuroknskap inn áðrenn 1. juni árið eftir.

Í sambandi við roknskapargóðkenning, kannar Familjufyrisitingin, um verjin brúkar inntøkurnar til gagns fyri tann, sum er undir verjumáli, at nýtslan ikki er órímilig, og at verjin hevur tryggjað sær góðkenning frá Familjufyrisitingini í sambandi við atgerðir (dispositiónir), sum krevja góðkenning.

 

Ognarroknskapur

Verjin skal halda roknskap fyri tann partin av ognini, sum verjin umsitur, men bert senda inn, um so er, at tann parturin, sum verjin umsitur, er 75.000 kr. ella hægri.

 

Nýtsla av ognini

Óansæð um ognin stendur í vanligum føroyskum peningastovni ella í einari góðkendari umsitingardeild, so hevur verjin ikki loyvi at brúka av ognini, uttan so at Familjufyrisitingin hevur góðkent tað frammanundan. 

Um neyðugt er at brúka ein part av ognini, skal verjin senda umsókn til Familjufyrisitingina. Umsóknarblað fæst hjá Familjufyrisitingin og fæst við at klikkja her.

Familjufyrisitingin ger so eina meting, hvørt talan er um eina skynsama atgerð (dispositión), sum er til gagns fyri tann, sum verjumál er sett í verk fyri – eisini sæð í mun til upphæddina.

 

Gávur 

Verjin skal hava góðkenning frá Familjufyrisitingini til at geva gávur av inntøkuni. Uttan so, at gávan hevur eitt týdningarleyst virði. Tað er ikki ásett nakað mark fyri, nær ein gáva hevur týdningarleyst virði. Gávur undir 500 kr. í sambandi við jól og føðingardagar hjá persónum, sum tann sum verjumálið er sett í verk fyri, er knýttur til, nýtast ikki góðkenning frá Familjufyrisitingini, um tað fíggarliga hongur saman, og viðkomandi fær tað, honum tørvar.

Vanliga er Familjufyrisitingin afturhaldandi við at góðkenna størri gávur. Størri gávur verða vanliga bert góðkendar, um so er at tað eftir vanligum viðurskiftum hevur verið natúrligt at givið eina gávu av slíkari stødd til júst henda ávísa móttakaran, harafturat skal serlig orsøk vera til tess. T.d. kann orsøkin vera, at – áðrenn verjumálið varð sett í verk – eru givnar líknandi gávur, ella at tann sum fær gávuna, hevur fíggjarligar trupulleikar. Um so er, at gávan skal latast av ognini, er Familjufyrisitingin uppaftur meira afturhaldandi við at góðkenna gávuna.

 

Føst ogn

Um tann, sum er undir verjumáli, skal ogna sær fasta ogn, krevur tað góðkenning frá Familjufyrisitingini – eisini sjálvt um ognin heilt ella partvís er gáva ella arvur.

Vanliga er Familjufyrisitingin afturhaldandi við at góðkenna keyp av fastari ogn.

Um so er, at fasta ognin, sum er fevnd av verjumálinum, skal veðsetast ella seljast, er eisini neyðugt við einari góðkenning frá Familjufyrisitingini.

 

Stovna skuld

Verjin skal hava góðkenning frá Familjufyrisitingini til at stovna skuld, út yvir tað, sum vanliga krevst fyri at lúka vanligar gerandis tørvir.

 

Óvanligar atgerðir (dispositiónir) annars

Verjin skal hava góðkenning frá Familjufyrisitingini til allar óvanligar atgerðir (dispositiónir).

Tað er ikki møguligt at lista upp til fulnar hvat tað er, sum er so óvanligt, at neyðugt er við góðkenning frá Familjufyrisitingini. Verjin kann t.d. ikki gera semju við eitt tryggingarfelag vegna viðkomandi, uttan at Familjufyrisitingin hevur góðkent semjuna. Keyp og søla av leysafæ kann vera ein so óvanlig atgerð (dispositión), at tað sum undantak er neyðugt við góðkenning frá Familjufyrisitingini. Arvalutan í t.d. fastari ogn ella í óvanligum leysafæi, krevur eisini góðkenning frá Familjufyrisitingini.

Um so er, at verjin ivast í, um neyðugt er við góðkenning í sambandi við eina ávísa atgerð (dispositión), er tað altíð eitt gott hugskot at tosa við Familjufyrisitingina um tað.

Frátøka av verjutilnevningini

Tilnevningin verður tikin aftur frá verja, um so er, at hesin misnýtir sítt arbeiði sum verji, ella vísir seg ikki at verða skikkaður til uppgávuna sum verji, ella um tað er neyðugt við fyriliti fyri viðkomandi, sum er undir verjumáli. Tilnevningin fellur eisini burtur, um verjin sjálvur kemur undir verjumál.

Tað er ikki ein treyt fyri at taka tilnevningina aftur frá verja, at verjin beinleiðis misnýtir sítt arbeiði ella ikki er skikkaður til starvið. Frátøka kann eisini koma fyri, um tað er neyðugt við fyriliti fyri persónin, sum er undir verjumáli. Hetta kann til dømis vera í førum, har samstarvið er vánaligt, uttan at talan er um, at verjin hevur skúgvað skyldur sínar til viks.

+298 20 22 24
Undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn