Búmerkið
Skap
Búmerkið hevur bleytar kantar, sum umboða familjuviðurskifti. Samstundis umboða avmarkaðu lutirnir føstu lógarkarmarnar. Hesir tríggir lutirnir ímynda grót, ið umboðar støðufesti og tryggleika. Lutirnir kunnu eisini umboða persónar, tí tað snýr seg um einstaka menniskjað. Millum lutirnar er ein rás, sum fer í tvíningar - ella hinvegin, tvær rásir sum koma saman.
Litir
Skapið er svart, hvítt og reytt. Reyði liturin er heitur, og kann eisini ímynda nakað sum er átrokandi og hevur tørv á uppmerksemi. Hvíti liturin umboðar tryggleika, trúfesti, góðsku og eina nýggja byrjan. Myrki liturin umboðar støðufesti og tíðarloysi.
Samanumtikið umboðar búmerkið nakað menniskjaligt – fyrikomandi, jaligt og tignarligt.
Vinstrastillað
Høgrastillað
Miðsavnað
Enskt
Sniðhandbók
Sniðhandbók hjá Familjufyrisitingini kann heintast her: Sniðhandbók