Um Familjufyrisitingina

Familjufyrisitingin umsitur, vegna landið, ymiskar uppgávur á familju- og persónsrættarligu økjunum.

Áðrenn 29. juli 2018 var tað Ríkisumboðið og partvís Landfútin, ið vegna danska statin vardu av teimum uppgávunum, ið nú liggja hjá Familjufyrisitingini. Familjufyrisitingin varð sett á stovn 29. juli 2018, í sambandi við at Føroyar sama dag yvirtóku familju-, persóns- og arvarættin.

Familjufyrisitingin er myndugleiki undir Løgmálaráðnum og hevur skrivstovu í Dr. Jakobsens gøtu 21 í Tórshavn.

Starvsfólkini á Familjufyrisitingini eru løgfrøðingar, skrivstovufólk, sosialráðgevi og sálarfrøðingur. Harafturat er sakførari tilnevndur fastur verji hjá Familjufyrisitingini. Familjufyrisitingin verður leidd av einum stjóra.    

Familjufyrisitingin skal, við skynsemi og tíðarhóskandi leisti, megna at veita borgarum góðar tænastur sambært lógarkarminum, ið Familjufyrisitingin arbeiðir eftir.  

Endamálið er altíð at taka rættar og greiðar avgerðir, hava stutta málsviðgerðartíð og veita børnum og vaksnum skjóta hjálp og ráðgeving. Vit vilja vera ein opin umsiting, ið er løtt og einføld hjá borgaranum at samskifta við.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00