Kennifílur (cookies) á heimasíðuni
Heimasíða okkara, www.famf.fo, goymir ikki kennifílur.
Dátuverndarpolitikkur
Familjufyrisitingin fær persónsupplýsingar frá tær, tá ið tú setir teg í samband við okkum.
Familjufyrisitingin leggur stóran dent á trygd og verju av persónsupplýsingunum í viðgerðini.
Sambært § 23 í dátuverndarlógini skal Familjufyrisitingin kunna teg um okkara dátuverndarpolitikk, tá ið vit móttaka persónsupplýsingar um teg. Tað er bert til tína kunning. Tú nýtist ikki at gera nakað, og tú missir eingi rættindi, um tú ikki lesur kunningina.
Niðanfyri kanst tú lesa yvirskipaða kunning um, hvar Familjufyrisitingin fær upplýsingar, og hvussu leingi vit goyma tær. Harafturat kanst tú nema tær vitan um dátuverndarpolitikkin hjá Familjufyrisitingini innanfyri tey ymsu virkisøkini hjá Familjufyrisitingini.
Set teg í samband við dátuverndarfólkið í Familjufyrisitingini
Hevur tú spurningar um okkara handfaring av persónsupplýsingum tínum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk.
Tú kanst eisini seta teg í samband við dátuverndarfólkið, um tú hevur illgruna um, at Familjufyrisitingin hevur brotið trúnaðin í handfaring av tínum persónsupplýsingum ella persónsupplýsingum hjá øðrum.
Ring til okkum á tlf. 20 22 24, og bið um at tosa við dátuverndarfólkið.
Send ein teldupost til famf@famf.fo, har tú viðmerkir "Att: Dátuverndarfólkið”.
Ella send okkum eitt bræv til: Familjufyrisitingin, Att: Dátuverndarfólkið, Dr. Jakobsens gøta 21, 100 Tórshavn
Les meira um, hvørjar uppgávurnar hjá dátuverndarfólkinum eru, og hvat viðkomandi kann hjálpa tær við, niðanfyri.
Endamál og rættarstøði fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum
Familjufyrisitingin viðgerð persónsupplýsingar tínar við tí endamálið at útinna neyðugu málsviðgerðina, sambært áheitan tíni til Familjufyrisitingina.
Viðgerðin av persónsupplýsingunum fevnir vanliga um vanligar persónsupplýsingar, so sum navn, bústað og kontaktupplýsingar, og viðgerðin av hesum er vanliga grundað á § 8 stk. 1, nr. 3 og 5 í dátuverndarlógini, sum snýr seg um viðgerð av persónsupplýsingum, sum eru neyðug til tess at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum Familjufyrisitingin er áløgd.
Hevur tú sent okkum viðkvæmar persónsupplýsingar, er viðgerð okkara grundað á § 12, stk. 1, nr. 7 í dátuverndarlógini.
Viðkvæmar persónsupplýsingar eru upplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring, yrkisfelagsligt tilknýti, umframt viðgerð av íløgudátum, biometriskum dátum, við endamáli eintýtt at eyðmerkja ein persón, heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
Hevur tú sent Familjufyrisitingini upplýsingar um revsiverd viðurskifti, er viðgerð okkara grundað á § 13, stk. 1 í dátuverndarlógini.
Hvussu leingi goyma vit persónsupplýsingar?
Sum almennur myndugleiki skulu vit skjalføra post, sum kemur inn og fer út. Tá ið vit viðgera tínar persónsupplýsingar, og goyma tær í sambandi við okkara arbeiði, verða galdandi leiðreglur fyri, hvussu leingi vit kunnu goyma upplýsingarnar, fylgd. Tað er tengt at málsøkinum, hvussu leingi upplýsingarnar verða goymdar.
Í nøkrum førum hava vit skyldu at goyma tínar upplýsingar í óavmarkaða tíð. Í slíkum føri verða upplýsingarnar fluttar til eitt skjalasavn. Mál hjá Familjufyrisitingini verða fluttar á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Familjufyrisitingin strikar upplýsingarnar, tá ið varðveitaingartíðin er liðin, og ein møgulig skrásetingartreyt er lokin. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Familjufyrisitingin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Nær og hvussu brúka vit sjálvvirkandi avgerðir?
Familjufyrisitingin brúkar ikki sjálvvirkandi avgerðir.
Hvørji rættindi hevur tú?
Tú hevur hesi rættindi sambært dátuverndarlógini:
- Tú hevur rætt til at biðja um innlit í upplýsingar um teg – § 26 um innlitsrættin hjá skrásetta.
- Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg rættaðar og/ella krevja at ófullfíggjaðar upplýsingar um teg verða fullfíggjaðar – § 27 um rættin til rætting.
- Tú hevur rætt til at fáa upplýsingar um teg strikaðar, um tær ikki longur eru neyðugar at náa tí endamáli, sum tær vórðu savnaðar ella viðgjørdar til – § 28 um rættin til striking.
- Tú hevur rætt til at viðgerð av tínum persónsupplýsingum verður avmarkað – § 29 um rættin til viðgerðaravmarking.
- Tú hevur treytaleysan rætt til at mótmæla at viðgerð av tínum upplýsingum verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring – § 33 um rættin til mótmæli.
- Tú hevur rætt til at mótmæla viðgerð av tínum persónsupplýsingum – § 32 um rættin til mótmæli.
- Um viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lógggildið av viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, sum er grundað á samtykki áðrenn afturtøkuna av samtykkinum – § 9, stk. 3 um treytir fyri samtykki.
- Tú hevur rætt til at at krevja at fáa tínar persónsupplýsingar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði – § 31 um rættin til dátuflutning av persónsupplýsingum.
Treytir ella avmarkingar kunnu vera knýttar at nevndu rættindunum, og er tað tengt at serstøku umstøðunum, sum eru galdandi í sambandi við dátuviðgerðina. Til dømis kanst tú vanliga ikki strika upplýsingar úr einum máli í Familjufyrisitingini, av tí at upplýsingarnar kunnu hava týdning í einum møguligum málið í framtíðini og orsakað av, at Familjufyrisitingin hevur skyldu til at flyta persónsupplýsingar á goymslu til Tjóðskjalasavnið sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Vilt tú brúka tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið í Familjufyrisitingini.
Sí nærri kunning omanfyri, um hvussu tú kanst seta teg í samband við dátuverndarfólkið í Familjufyrisitingini. Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvørjar uppgávur dátuverndarfólkið hevur, og hvørjum viðkomandi kann hjálpa tær við.
Hvør er uppgávan hjá dátuverndarfólkinum?
Uppgávan hjá dátuverndarfólkinum, er at styðja uppundir, at Familjufyrisitingin livir upp til galdandi dátuverndarreglur. Harafturat ráðgevur og vegleiðir dátuverndarfólkið leiðslu og starvsfólki um krøvini um trygga handfaring av persónsupplýsingum sambært dátuverndarlóggávu.
Hvat kann dátuverndarfólkið ikki hjálpa við?
Dátuverndarfólkið kann ikki hjálpa tær við fakligu málsviðgerðini ella avgerðum sum eru tiknar innan eitt fakøki.
Dátuverndarfólkið kann ikki
- vegleiða um reglur ella siðvenju innan eitt fakøki.
- taka støðu til, um skeivleikar eru í málsviðgerðini.
- broyta eina avgerð, sum Familjufyrisitingin hevur tikið.
- hjálpa við at orða kærur.
Tú kanst lesa meira um leiklutin hjá dátuverndarfólkinum á heimasíðuni hjá Dátaeftirlitinum www.dat.fo.
Set teg í samband við dátuverndarfólkið í Familjufyrisitingini
Hevur tú spurningar um okkara handfaring av persónsupplýsingum tínum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk.
Tú kanst eisini seta teg í samband við dátuverndarfólkið, um tú hevur illgruna um, at Familjufyrisitingin hevur brotið trúnaðin í handfaring av tínum persónsupplýsingum ella persónsupplýsingum hjá øðrum.
Send ein teldupost til famf@famf.fo, har tú viðmerkir "Att: Dátuverndarfólkið”, ella við vanligum posti til:
Familjufyrisitingin, Att: Dátuverndarfólki
Dr. Jakobsens gøta 21,
100 Tórshavn
Tú ert vælkomin at skriva og biðja dátuverndarfólk okkara ringja til tín.
Viðgerð av persónsupplýsingum, ið viðvíkja tær, og sum fer fram í Familjufyristingini sambært dátuverndarlógini, kann kærast til Dátueftirlitið.
Dátueftirlitið
Tinganes,
Postboks 300
110 Tórshavn
Teldupostur: dat@dat.fo
Meira kunning um dátuverndarlógina fæst á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Persónsupplýsingar tínar verða bert viðgjørdar av Familjufyrisitingini til ávís endamál, fyri at varðveita okkara myndugleikauppgávu, og vit viðgera bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Vanliga savna vit hesar upplýsingar um teg:
a) Vanligar persónsupplýsingar, sum t.d.:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- P-tal
- Kyn
- Sivilstøða
- Tjóðskapur
- Upplýsingar um familjulimir, t.d. hjúnafelaga, samliva, børn
b) Viðkvæmar upplýsingar, sum t.d.:
- Íleguupplýsingar við eintýddum endamálið at eyðmerkja ein persón (ikki viðkomandi um faðirskapur verður staðfestur í Familjufyrisitingini)
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum. Tað er vanliga frá hesum:
- Hinum foreldrinum
- Landsfólkayvirlitinum
- Sjúkrahúsi
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Familjufyrisitingin gevur bert upplýsingar víðari, sum vit hava rætt ella skyldu til eftir ásetingum í lóg, ella um samtykki er givið. Vit kunnu t.d. víðarigeva persónsupplýsingar tínar til
- Hitt foreldrið
- Dómstólin (ikki viðkomandi, um faðirskapur verður staðfestur í Familjufyrisitingini)
- Løgregluna (bert viðkomandi, um mamman ikki vil upplýsa hvør er pápi at barninum)
- Sóknarprest ella kirkjuskrivstovu
Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til triðjalond?
Vekslara- og teldupostskipanin hjá Familjufyrisitingini liggur á Cloudtænastu í útlandinum. Annars gevur Familjufyrisitingin sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til útlond, triðjalond, altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina.
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Persónsupplýsingar tínar verða bert viðgjørdar av Familjufyrisitingini til ávís endamál, fyri at varðveita okkara myndugleikauppgávu, og vit viðgera bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Vanliga savna vit hesar upplýsingar um teg:
a) Vanligar persónsupplýsingar, sum t.d.:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- P-tal
- Kyn
- Sivilstøða
- Tjóðskap
- Sosial viðurskifti
- Upplýsingar um familjulimir, t.d. hjúnafelaga, samliva, børn
b) Viðkvæmar upplýsingar, sum t.d.:
- Heilsuupplýsingar
- Revsiverd viðurskifti
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum. Tað er vanliga frá hesum:
- Hinum foreldrinum
- Barninum/børnunum
- Almennum myndugleikum og almennari skráseting
- Sjúkrahúsi og lækna
- Løgregluni
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Familjufyrisitingin gevur bert upplýsingar víðari, sum vit hava rætt ella skyldu til eftir ásetingum í lóg, ella um samtykki er givið. Vit kunnu t.d. víðarigeva persónsupplýsingar tínar til
- Hitt foreldrið
- Barn/børn tíni
- Almennan myndugleika og almenna skráseting
- Sjúkrahús og lækna
- Løgregluna
Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til triðjalond?
Vekslara- og teldupostskipanin hjá Familjufyrisitingini liggur á Cloudtænastu í útlandinum. Annars gevur Familjufyrisitingin sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til útlond, triðjalond ella altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina.
Tað kann t.d. vera til
- Foreldur/part í málinum, sum hevur bústað uttanlands.
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Persónsupplýsingar tínar verða bert viðgjørdar av Familjufyrisitingini til ávís endamál, fyri at varðveita okkara myndugleikauppgávu, og vit viðgera bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Vanliga savna vit hesar upplýsingar um teg:
a) Vanligar persónsupplýsingar, sum t.d.:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- P-tal
- Inntøkuupplýsingar
- Upplýsingar um familjulimir, t.d. hjúnafelaga, samliva, børn
b) Viðkvæmar upplýsingar, sum t.d.:
- Kynslig viðurskifti
- Revsiverd viðurskifti
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum. Tað er vanliga frá hesum:
- Hjúnafelaga ella samliva
- Almennum myndugleika og almennari skráseting
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Familjufyrisitingin gevur bert upplýsingar víðari, sum vit hava rætt ella skyldu til eftir ásetingum í lóg, ella um samtykki er givið. Vit kunnu t.d. víðarigeva persónsupplýsingar tínar til
- Hjúnafelaga tín
- Almennan myndugleika og almenna skráseting
- Løgregluna (um t.d. undirskrift er falsað)
- Udlændingestyrelsen
Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til útlond og triðjalond?
Vekslara- og teldupostskipanin hjá Familjufyrisitingini liggur á Cloudtænastu í útlandinum. Annars gevur Familjufyrisitingin sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til útlond, triðjalond ella altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina.
Tað kann t.d. vera til:
- Hin hjúnafelagan í málinum, sum hevur bústað uttanlands
- Útlendskar sendistovur
- Udlændingestyrelsen
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Persónsupplýsingar tínar verða bert viðgjørdar av Familjufyrisitingini til ávís endamál, fyri at varðveita okkara myndugleikauppgávu, og vit viðgera bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Vanliga savna vit hesar upplýsingar um teg:
a) Vanligar persónsupplýsingar, sum t.d.:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- P-tal
- Kyn
- Sivilstøða
- Tjóðskapur
- Inntøkuupplýsingar
- Yrki
- Starvsheiti
- Setanarviðurskifti
- Upplýsingar um familjulimir, t.d. hjúnafelaga, samliva, børn
- Ognarviðurskifti
- Roknskaparupplýsingar
b) Viðkvæmar upplýsingar, sum t.d.:
- Átrúnaður (í málum um fermingargjald)
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum. Tað er vanliga frá hesum:
- Tí, ið uppiheldur barninum og hevur barnið búgvandi
- Arbeiðsgevara
- Almennari skráseting
- Almennum myndugleikum (t.d. TAKS og bústaðarkommuna)
- Útlendskum myndugleika (inntøkuupplýsingar)
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Familjufyrisitingin gevur bert upplýsingar víðari, sum vit hava rætt ella skyldu til eftir ásetingum í lóg, ella um samtykki er givið. Vit kunnu t.d. víðarigeva persónsupplýsingar tínar til
- Hitt foreldrið
- Triðjapersón, um barnið býr og verður uppihildið av øðrum
- Almennar myndugleikar (t.d. TAKS og bústaðarkommunu)
Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til triðjalond?
Vekslara- og teldupostskipanin hjá Familjufyrisitingini liggur á Cloudtænastu í útlandinum. Annars gevur Familjufyrisitingin sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til útlond, triðjalond ella altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina.
Tað kann t.d. vera til
- Hitt foreldrið/part í málinum, sum hevur bústað uttanlands.
- Útlendskir myndugleikar, ið hava ábyrgd av t.d. fráboðan, ella har inntøkuupplýsingar verða savnaðar.
Hevur tú eitt verjumál:
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Persónsupplýsingar tínar verða bert viðgjørdar av Familjufyrisitingini til ávís endamál, fyri at varðveita okkara myndugleikauppgávu, og vit viðgera bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Vanliga savna vit hesar upplýsingar um teg:
a) Vanligar persónsupplýsingar, sum t.d.:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- P-tal
- Kyn
- Tjóðskapur
- Sivilstøða
- Ársuppgerð
- Ognarviðurskifti
- Sosial viðurskifti
- Upplýsingar um familjulimir, t.d. hjúnafelaga, samliva, børn, systkin, foreldur.
b) Viðkvæmar upplýsingar, sum t.d.:
- Heilsuupplýsingar
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum. Tað er vanliga frá hesum:
- Avvarðandi
- Verja
- Almennum myndugleikum, t.d. TAKS, bústaðarkommunu, dómstóli
- Sjúkrahúsi og lækna
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Familjufyrisitingin gevur bert upplýsingar víðari, sum vit hava rætt ella skyldu til eftir ásetingum í lóg, ella um samtykki er givið. Vit kunnu t.d. víðarigeva persónsupplýsingar tínar til
- Tíni avvarðandi
- Verja
- Sjúkrahús og lækna
- Umsitingardeild í peningastovni
- Almennar myndugleikar
Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til útlond ella triðjalond?
Vekslara- og teldupostskipanin hjá Familjufyrisitingini liggur á Cloudtænastu í útlandinum. Annars gevur Familjufyrisitingin sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til útlond, triðjalond ella altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina.
Tað kann t.d. vera til
- Part í málinum, sum hevur bústað uttanlands
Fremmandaættleiðing
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Persónsupplýsingar tínar verða bert viðgjørdar av Familjufyrisitingini til ávís endamál, fyri at varðveita okkara myndugleikauppgávu, og vit viðgera bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Vanliga savna vit hesar upplýsingar um teg:
a) Vanligar persónsupplýsingar, sum t.d.:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- P-tal
- Kyn
- Sivilstøða
- Tjóðskapur
- Inntøkuupplýsingar
- Yrki
- Starvsheiti
- Setanarviðurskifti
- Sosial viðurskifti
- Upplýsingar um familjulimir, t.d. hjúnafelaga, samliva, børn
- Ognarviðurskifti
- Roknskaparupplýsingar
b) Viðkvæmar upplýsingar, sum t.d.:
- Heilsuupplýsingar
- Kynsligur samleiki
- Etniskur uppruni
- Átrúnaður
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum. Tað er vanliga frá hesum:
- Parti í málinum
- Almennum myndugleikum, so sum barnaverdartænastuni, skúla, løgregluni o.tíl.
- Sjúkrahúsi ella lækna
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Familjufyrisitingin gevur bert upplýsingar víðari, sum vit hava rætt ella skyldu til eftir ásetingum í lóg, ella um samtykki er givið. Vit kunnu t.d. víðarigeva persónsupplýsingar tínar til
- Part í málinum
- Almennar myndugleikar
- Sjúkrahús og lækna
Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til útlond ella triðjalond?
Vekslara- og teldupostskipanin hjá Familjufyrisitingini liggur á Cloudtænastu í útlandinum. Annars gevur Familjufyrisitingin sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til útlond, triðjalond ella altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina.
Í málum um fremmandaættleiðing ger Familjufyrisitingin frágreiðingar við persónsupplýsingum um teg, sum vit senda til DIA (Danish International Adoption). DIA hevur skyldu at senda tær til ættleiðingarmyndugleikan í gevaralandinum, sum ofta er eitt triðjaland.
Stjúkbarna- ella familjuættleiðing
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Persónsupplýsingar tínar verða bert viðgjørdar av Familjufyrisitingini til ávís endamál, fyri at varðveita okkara myndugleikauppgávu, og vit viðgera bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Vanliga savna vit hesar upplýsingar um teg:
a) Vanligar persónsupplýsingar, sum t.d.:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- P-tal
- Inntøkuupplýsingar (skattaupplýsingar í familjuættleiðingarmálum)
- Yrki (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
- Starvsheiti (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
- Setanarviðurskifti (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
- Sosial viðurskifti (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
- Upplýsingar um familjulimir, t.d. hjúnafelaga, samliva, børn
- Ognarviðurskifti (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
- Roknskaparupplýsingar (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
b) Viðkvæmar upplýsingar, sum t.d.:
- Heilsuupplýsingar (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
- Etniskur uppruni (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
- Átrúnaður (kravt í málum um ættleiðing av útlendskum børnum)
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum. Tað er vanliga frá hesum:
- Foreldur at barninum
- Hjúnafelaga ella samliva
- Barni/børnum tínum
- Almennum myndugleikum, so sum barnaverdartænastu
- Sjúkrahúsi ella lækna
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Familjufyrisitingin gevur bert upplýsingar víðari, sum vit hava rætt ella skyldu til eftir ásetingum í lóg, ella um samtykki er givið. Vit kunnu t.d. víðarigeva persónsupplýsingar tínar til
- Part í málinum
- Almennar myndugleikar og almennar skrásetingar
Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til útlond ella triðjalond?
Vekslara- og teldupostskipanin hjá Familjufyrisitingini liggur á Cloudtænastu í útlandinum. Annars gevur Familjufyrisitingin sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til útlond, triðjalond ella altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina.
Í málum um stjúkbarna- ella familjuættleiðing av útlendskum børnum ger Familjufyrisitingin frágreiðingar við persónsupplýsingum um teg, sum vit senda til ættleiðingarmyndugleikan í gevaralandinum, sum ofta er eitt triðjaland.
Burturættleiðing
Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?
Persónsupplýsingar tínar verða bert viðgjørdar av Familjufyrisitingini til ávís endamál, fyri at varðveita okkara myndugleikauppgávu, og vit viðgera bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Vanliga savna vit hesar upplýsingar um teg:
a) Vanligar persónsupplýsingar, sum t.d.:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
- P-tal
- Sosial viðurskifti
- Upplýsingar um familjulimir, t.d. hjúnafelaga, samliva, børn
b) Viðkvæmar upplýsingar, sum t.d.:
- Heilsuupplýsingar
- Etniskur uppruni
Hvar savna vit upplýsingar um teg?
Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Vit kunnu eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum. Tað er vanliga frá hesum:
- Hinum foreldrinum
- Almennum myndugleikum, so sum barnaverdartænastu
- Sjúkrahúsi ella lækna
Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?
Starvsfólk okkara hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum tey í sínum arbeiði hava fingið kunnleika til. Familjufyrisitingin gevur bert upplýsingar víðari, sum vit hava rætt ella skyldu til eftir ásetingum í lóg, ella um samtykki er givið. Vit kunnu t.d. víðarigeva persónsupplýsingar tínar til
- Hitt foreldrið
- Almennar myndugleikar, so sum barnaverdartænastu, skúla, løgreglu o.tíl.