09 sep 2021
Viðmerking til innslag í KVF um útlendskar vígslur og løggilding

Innslag í útvarpstíðindunum 8. september 2021 kl. 18.00

This text will be available in english shortly.

Kunning um útlendskar vígslur

Við at krevja, at t.d. eitt vígsluskjal er løggilt (legaliserað), merkir ikki, at Familjufyrisitingin staðfestir, at hjúnalagið ikki er galdandi.

Ein løggilding vísir, um undirskriftirnar á vígslubrævinum eru ektaðar, men onki um innihaldið í skjalinum.

Í sambandi við at KVF hevur sett útlendskar vígslur á breddan, vil Familjufyrisitingin gjarna upplýsa fylgjandi.

Familjufyrisitingin metir einans um útlendskar vígslur í sambandi við, at Familjufyrisitingin fær eina umsókn um eitt nú:

  • Sundurlesing ella hjúnaskilnað
  • Góðkenning av hjúnasáttmála
  • Hjúnafelagagjald, meðan ein er giftur 

Sundurlesing/hjúnaskilnaður

Í sambandi við umsókn um sundurlesing ella hjúnaskilnað biður Familjufyrisitingin í ávísum føri um, at eitt útlendsk vígsluskjal og ella føðibræv skal vera løggilt, ella at ein “apostilleátekning” skal vera sett á skjalið.

Ein løggilding er váttan frá almennum myndugleika um, at tann persónurin, sum hevur undirskrivað eitt skjal, veruliga er tann persónurin, og við tí myndugleika, hann gevur seg út fyri at hava. Løggilding tekur ikki støðu til sjálvt innihaldið í skjalinum. Vanliga eru tað tríggir myndugleikar, ið løggilda eitt skjal (viðkomandi stjórnarráð, uttanríkismálaráð og sendistova/konsulát frá tí landi, har skjalið skal leggjast fram).

Dømi:

  1. Avvarðandi stjórnarráð skal løggilda undirskriftina hjá persóninum, ið hevur undirskrivað skjalið.
  2. Uttanríkismálaráðið skal løggilda undirskriftina hjá persóninum í avvarðandi stjórnarráði (nevndur í pkt. 1), ið hevur útskrivað skjalið.
  3. Danska sendistovan/konsulátið skal løggilda undirskriftina hjá persóninum í Uttanríkisráðnum (nevndur í pkt. 2).

 

Ein Apostilleátekning er eitt serligt slag av løggilding, hvørs endamál er at gera mannagongdina í sambandi við vanliga løggilding einfaldari (sí omanfyri). Er talan um eitt land, ið hevur tikið undir við Haagersáttmálanum um Apostille, er tað bara neyðugt við eini løggilding av tí sokallaðu apostilluátekningini. Tað er vanliga uttanríkisráðið í útflýggjandi landinum, sum áteknar almenn skjøl við einari apostilleátekning. 

Dømi:

  • Uttanríkisráðið skal átekna skjalið við einari Apostilleátekning. 

 

Tað eru einans lond, sum eru fevnd av Apostillesáttmálanum, ið kunnu brúka hesa mannagongd. Yvirlit yvir Apostille-lond sært tú her.

Hví løggilding?

Ein løggilding hevur til endamáls at tryggja, at tann persónurin, sum hevur undirskrivað eitt skjal, veruliga er tann persónurin og við tí myndugleika, ið hann gevur seg út fyri at hava. Løggildingin tekur ikki støðu til sjálvt innihaldið í skjalinum

Hvørji lond eru ikki fevnd av kravinum um løggilding?

Sum meginregla eru hesi lond ikki fevnd av kravinum um løggilding:  

  • Evropa (tó krevst løggilding av vígsluskjølum frá ávísum londum, m.o. Albania, Hvítarussland, Bosnia-Hersigovina, Georgia, Kosovo, Russland, Ukraina)
  • Turkaland
  • USA
  • Kanada
  • Avstralia
  • Ný Sæland

Gev gætur! Er tað í nøkrum londum ikki gjørligt at fáa skjøl løggild orsakað av umstøðunum í landinum, biður Familjufyrisitingin ikki um, at skjølini verða løggild.

Við at krevja, at t.d. eitt vígsluskjal er løggilt, merkir ikki, at vit staðfesta, at hjúnalagið ikki eru galdandi. 

Ein løggilding sigur, um undirskriftirnar á vígslubrævinum eru ektaðar, og sigur onki um innihaldið í skjalinum. 

Viðurkenning av útlendskum vígslum

Eftir at Familjufyrisitingin hevur fingið løggilt vígsluskjal, um løggilding av vígsluskjalinum er kravt, metir Familjufyrisitingin um innihaldið í vígslubrævinum. Mett verður eisini um innihaldið í øðrum útlendskum vígsluskjølum, har tað ikki er krav um løggilding.

Í tí sambandi verður eftirkannað, um

  • útlendski myndugleikin, ið hevur vígt, hevur myndugleika at víga.
  • hjúnafelagarnir vóru hjástaddir samstundis undir vígsluni.   

Um nevndu treytir eru loknar, verður hjúnabandið viðurkent, og kann Familjufyrisitingin tá skilja ella sundurlesa hjúnafelagarnar, um treytirnar fyri sundurlesing ella hjúnaskilnaði annars eru loknar.

Hvar tú kanst lesa meiri?

Familjufyrisitingin er í løtuni í gongd við at skriva tekst til heimasíðuna, ið lýsir út í æsir, hvat ávikavist ein løggilding og apostilleátekning eru og greiðir nærri frá, nær Familjufyrisitingin vanliga viðurkennir hjúnabond. 

Teksturin verður eisini tøkur á enskum.

Familjufyrisitingin fylgir mannagongd úr “Vejledning om dokumentation for ægtheden af familieretlige dokumenter fra udlandet” (Vejledning nr. 11344 af 30/12/2015, sí her), tá ið tað snýr seg um ymisk útlendsk familjurættarlig skjøl, eitt nú útlendskar vígslur.

Kemur tað fyri, at Familjufyrisitingin ikki viðurkennir útlendskt hjúnalag?

Familjufyrisitingin  hevur ikki hagtøl fyri hesum, men er hetta ikki nakað Familjufyrisitingin vanliga sær. Eins og upplýst omanfyri, skulu skjølini vanliga bara løggildast. Familjufyrisitingin er ikki vitandi um, at tað í hjúnaskilnaðarmáli er staðfest, at hjúnafelagar ikki eru løgfrøðiliga giftir.  

Tørvar tær hjálp?

Um tú hevur trupult við at fáa til vega løggilt skjal, hjálpa vit fegin við hesum.

Mannagongdir í sambandi við umsókn um sundurlesing/hjúnaskilnað

Sundurlesing og hjúnaskilnaður gjøgnum Familjufyrisitingina er treytað av, at vígslan er løgfrøðiliga galdandi, og at hjúnafelagarnir eru samdir um

  • sundurlesing/hjúnaskilnað
  • hvørt annar ella hvørgin av hjúnafeløgunum skal hava uppihaldsskyldu mótvegis hinum hjúnafelaganum, og í so fall eru samdir um longdina og upphæddina á hjúnafelagagjaldinum
  • møguliga góðgerð (kompensatión) fyri serogn

Viðmerkjast skal, at ein hjúnafelagi kann velja at søkja Familjufyrisitingina ella Føroya Rætt um sundurlesing/hjúnaskilnað. Talan er sostatt um eina parallella heimild at viðgera sundurlesingar- og hjúnaskilnaðarmál.

Familjufyrisitingin tekur ikki mál upp av sínum eintingum. Hetta merkir, at báðir hjúnafelagar ella annar hjúnafelagin skulu senda Familjufyrisitingini umsókn um sundurlesing ella hjúnaskilnað. Sambært galdandi rætti skulu skjøl leggjast við umsóknini, tá ið umsóknin verður latin Familjufyrisitingini.

Talan er um:

  • Avrit av vígslubrævi
  • Avrit av føði- og navna-/dópsbrævi hjá hjúnafeløgunum og felags børnum, ið eru yngri enn 18 ár
  • Avrit av møguligum hjúnasáttmálum.

Mannagongdin í sambandi við umsókn um sundurlesing/hjúnaskilnað er, at hjúnafelagarnir skulu senda Familjufyrisitingini øll umbiðin skjøl til málið, íroknað løggild skjøl. Eftir hetta verða hjúnafelagarnir bodnir til treytasamráðingar í Familjufyrisitingini (sundurlesingar- ella hjúnaskilnaðarfund at samráðast um treytir).

Mannagongd áðrenn KVF vísti á heldur óhepnu mannagongdina

Familjufyrisitingin skynaði ímillum um tað var

  • annar hjúnafelagin, ið søkti ella
  • báðir hjúnafelagarnir søktu

Um báðir søktu:

Báðir hjúnafelagarnir vóru bidnir um at senda vígslubræv og/ella føðibrøv, um hesi manglaðu. Tá Familjufyrisitingin hevði fingið neyðugu skjølini, vóru báðir hjúnafelagar bodnir til sundurlesingar- ella hjúnaskilnaðarfund. 

Um bert annar hjúnafelagin søkti:

Einans umsøkjari varð biðin um at senda vígslubræv og/ella føðibrøv, um hesi manglaðu. Tá ið Familjufyrisitingin hevði fingið neyðugu skjølini frá umsøkjara, vóru báðir hjúnafelagar bodnir til sundurlesingar- ella hjúnaskilnaðarfund. Hin hjúnafelagin (ikki umsøkjari) varð í tí sambandi kunnaður um umsóknina frá umsøkjara.

Mannagongd eftir at KVF vísti á heldur óhepnu mannagongdina

Um báðir søkja:

Mannagongdin óbroytt. Tað vil siga, at hon er hin sama sum nevnd omanfyri.

Um bert annar hjúnafelagin søkir:

Umsøkjari verður biðin um at senda okkum vígslubræv og/ella føðibrøv, um hesi mangla. Hin hjúnafelagin verður samstundis kunnaður um umsóknina og verður eisini biðin um at senda inn vígsluskjøl og ella føðibrøv, um hesi mangla -  um viðkomandi annars samtykkir í sundurlesing/hjúnaskilnaði.

Um hvørgin letur Familjufyrisitingini neyðugu skjølini, verður umsóknin um sundurlesing/hjúnaskilnað sýtt. Umsøkjari fær sýtan og hin hjúnafelagin verður kunnaður um sýtanina. Báðir hjúnafelagar verða kunnaðir um, at um teir vilja søkja um sundurlesing/hjúnaskilnað seinni, kunnu teir nýta somu umsókn aftur ella leggja mál fyri Føroya Rætt.

Vit takka KVF fyri at hava víst okkum á hetta.  

Viðvíkjandi svarfreist

KVF vísir á, at Familjufyrisitingin í skrivi til hjúnafelagar vísir á, at um hjúnafelagar ikki senda umbidnu skjølini innan ein mánað, gongur Familjufyrisitingin út frá, at hjúnafelagarnir ikki vilja halda fram við sundurlesingini/hjúnaskilnaðinum.

Mett verður, at ein mánaður vanliga er nóg mikið av tíð at fáa til vega umbidnu skølini. Er freistin ov stutt, biðja hjúnafelagar vanliga um at fáa freistina longda, og verður tað játtað.  

 

Familjufyrisitingin harmast, um áður nýtta mannagongd hevur elvt til ørkymlan og høvuðbrýggj hjá viðskiftafólki okkara. 

Vinaliga

Familjufyrisitingin

+298 20 22 24

Telefontíðir
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn

Avgreiðslutíðir
kl. 10.00-15.00
Aftur