15 des 2021
Jóla- og nýggjárssamvera 2021 - jólafrítíðin hjá skúlunum er longd í ár

Er jóla- og/ella nýggjárssamvera ásett í samveruskjali í Familjufyrisitingini ella "samværsresolution" frá Rìkisumboðnum, stendur ofta at samvera byrjar síðsta skúladag áðrenn jólafrítíðina hjá fólkaskúlunum í Føroyum. 

Í ár er jólafrítíðin sett at byrja eina viku fyrr enn ætlað. Tí er síðsti skúladagur áðrenn jólafrítíðina í dag, 15. desember 2021.

Hava foreldur samveruavtalu ella samveruavgerð um jóla- og/ella nýggjárssamveru frá Familjufyrisitingini ella Ríkisumboðnum, har tað stendur, at samvera byrjar síðsta skúladag áðrenn jólafrítíðina, byrjar samveran sostatt í dag, 15. desember 2021. 

+298 20 22 24

Telefontíðir
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíðir
kl. 10.00-15.00
Aftur