29 nov 2022
Nýggj lóg um foreldramyndugleika og samveru kemur í gildi 1. januar 2023

Foreldramyndugleikalógin varð samtykt í Løgtinginum hin 6. mai 2022 og kemur í gildi 1. januar 2023.

Lógin er at finna her. Lógaruppskotið, viðmerkingar, framløga og viðgerð í Løgtinginum, umframt viðkomandi skjøl finnur tú her.

Yvirskipað verða rættindi hjá barninum styrkt við nýggju lógini og dentur verður lagdur á, hvat er best fyri einstaka barnið, og at bæði foreldur hava felags foreldraábyrgd.

Lógin hevur við sær nýggjar ásetingar eins og galdandi siðvenja á ávísum økjum nú er ásett í sjálva lógina.

Frá 1. januar 2023 koma hesar broytingar í gildi:

Foreldramyndugleiki

  • Foreldur at børnum, fødd frá 1. januar 2023, fáa felags foreldramyndugleika, um tey sambært landsfólkayvirlitinum hava livað saman í 10 samanhangandi mánaðir fyri føðing, ella um tey á annan hátt kunnu prógva samlív ella tilknýti. Øll foreldur kunnu framhaldandi avtala felags foreldramyndugleika ígjøgnum Familjufyrisitingina.
  • Føroya rættur kann frá 1. januar 2023 døma felags foreldramyndugleika. 

 

Bústaður hjá barninum

  • Familjufyrisitingin kann eftir 1. januar 2023 taka avgerð um bústaðin hjá barni. Tó bert um foreldur hava felags foreldramyndugleika.

 

Samvera

  • Familjufyrisitingin kann taka avgerð um javnbýtis samveruskipan, soleiðis at eitt barn er líka nógvar dagar hjá báðum foreldrum. Familjufyrisitingin hevur áður í mesta lagi kunnað ásett eina 6/8-samveruskipan. Tað vil siga, at barnið er hjá samveruforeldri í 6 dagar og hjá bústaðarforeldri í 8 dagar av 14 døgum.
  • Foreldur hava felags ábyrgd av útreiðslum og ferðing í sambandi við samveru. Eru foreldur ósamd um býtið av ferðaútreiðslum í sambandi við samveru uttanlands, kann Familjufyrisitingin í heilt serligum førum taka avgerð um býtið av ferðaútreiðslunum.
  • Samveruforeldur hava rætt til sjálvvirkandi viðbótarsamveru, um avtalað ella ásett samvera ikki verður hildin orsakað av, at bústaðarforeldrið hevur forðað samveru uttan haldgóða orsøk. Ávísar treytir skulu vera loknar fyri sjálvvirkandi viðbótarsamveru.
  • Familjufyrisitingin kann áseta samveru við onnur, sum barnið er knýtt at, um annað ella bæði foreldur eru deyð ella ókend, og í serligum føri, um barnið hevur avmarkað samband við foreldrið, sum tað ikki býr hjá.
  • Er barn ættleitt, kann Familjufyrisitingin áseta samveru ella annað samband við uppruna skyldfólk.
  • Familjufyrisitingin kann ikki áseta samveru, tá ið talan er um umsorganaryvirtikin børn. Er barn umsorganaryvirtikið, er tað Høvuðsbarnaverndarnevndin, sum kann áseta samveru millum barn og foreldur.

 

Flyting

  • Ætlar eitt foreldur at flyta ella flyta við barninum, hevur viðkomandi skyldu at boða hinum foreldrinum frá í seinasta lagi 6 vikur áðrenn flyting. Fráboðanarskyldan er galdandi bæði í sambandi við innan- og uttanlandsflyting og uttan mun til, um foreldur hava felags foreldramyndugleika ella um annað foreldrið hevur einaforeldramyndugleika.
  • Hava foreldur felags foreldramyndugleika, skulu tey vera samd, um barn teirra skal flyta uttanlands. Áður kundi bústaðarforeldrið flyta við barninum innanfyri ríkið uttan samtykki frá hinum foreldrinum.

 

 Ferðing uttanlands

  • Eru foreldur við felags foreldramyndugleika ósamd um foreldramyndugleikan, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um, at annað av foreldrunum kann ferðast uttanlands við barni teirra.

 

Ókeypis umboðan

  • Foreldur, ið eru partar í máli um samveru ella bústað hjá barninum, hava rætt til ókeypis umboðan av advokati, um tey lúka ávís fíggjarlig krøv.

 

Barnaserkøn ráðgeving og mekling

  • Familjufyrisitingin kann bjóða øðrum, sum barn er tætt knýtt at, barnaserkøna ráðgeving og mekling, um Familjufyrisitingin metir hóskandi.

 

Sjónarmið hjá barninum

  • Børn hava rætt at hava hjásita, um tey verða tikin við í viðgerð av máli um foreldramyndugleika, bústað hjá barninum, samveru ella annað samband.
  • Børn, ið eru fylt 10 ár, kunnu biðja Familjufyrisitingina boða foreldrum á fund at tosa um foreldramyndugleika, bústað hjá barninum ella samveru.


Hevur tú spurningar um nýggju lógina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24 ella við telduposti á famf@famf.fo 

 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur