04 jan 2024
Broytingar í lóg um foreldramyndugleika og samveru
Broytingaruppskot til foreldramyndugleikalógina varð samtykt í Løgtinginum hin 11. desember 2023 og kom í gildi 1. januar 2024.
Lógin er at finna her. Lógaruppskotið, viðmerkingar, framløga og viðgerð í Løgtinginum umframt viðkomandi skjøl eru at finna her.
Yvirskipað hava broytingarnar við sær nágreining av ymsum ásetingum, harímillum yvirskriftir fyri at skapa betri yvirlit í lógini.
Frá 1. januar 2024 komu eitt nú hesar broytingar í gildi:
Samvera
- Ein nágreining av hvørjar treytir kunnu ásetast í sambandi við samveru. Eitt nú stendur nú beinleiðis nevnt í lógini, at møguligt er at varðveita pass hjá barni, um mett neyðugt, og at tað kann standa sum treyt at tryggjast skal, at eitt samveruforeldur ikki er ávirkað av alkoholi ella øðrum dusandi evnum.
- Ein nágreining av, at foreldur hava felags ábyrgd av ferðing í sambandi við samveru og at Familjufyrisitingin sum meginregla ikki hevur heimild at taka avgerð um ferðing. Tó kann Familjufyrisitingin í heilt serligum førum taka slíka avgerð. Talan er um eitt sera snævurt undantak til at víkja frá meginregluni um, at foreldur hava felags ábyrgd av ferðing í sambandi við samveru. Talan kann til dømis vera um støður, har heilt serlig landafrøðilig viðurskifti ella onnur fyrilit fyri ferðing gera seg galdandi, og umstøðurnar í málinum annars tala fyri at víkja frá meginregluni. Tað skal soleiðis út frá eini heildarmeting av ymsum viðurskiftum verða mett eyðsæð órímiligt, at annað av foreldrunum hevur ábyrgd av einum parti av ferðingini, áðrenn vikið kann verða frá meginregluni. Verður tað í undantaksføri mett, at grundarlag er fyri at víkja frá meginregluni um felags ábyrgd, kann Familjufyrisitingin áseta, hvussu ferðingin skal skipast.
- Við broytingini verður rætturin hjá bústaðarforeldrinum til frítt at leggja feriu saman við barninum avmarkaður. Hetta merkir, at vil eitt bústaðarforeldur leggja sína feriu saman við barni uttan fyri vanliga frítíð og halgidagar á ein slíkan hátt, at tað gongur út yvir samveru millum barn og samveruforeldur, og ítøkiligu foreldrini eru ósamd um hetta, skal bústaðarforeldrið søkja Familjufyrisitingina um, at samveran, sum er samstundis sum ætlaða ferian, fellur burtur. Ásetingin broytir ikki, at barnið hevur rætt til feriu saman við báðum foreldrunum, og at bústaðarforeldrið framvegis hevur rætt til leggja feriu saman við barninum í vanligari feriutíð, har barnið ikki hevur frítíðarsamveru við samveruforeldrinum ella uttan fyri vanliga feriutíð, tá ið barnið ikki hevur samveru við samveruforeldrið. Ásetingin um sjálvvirkandi viðbótarsamveru er framhaldandi galdandi fyri vanliga gerandis- og vikuskiftissamveru.
Ókeypis umboðan
- Rætturin til ókeypis advokatumboðan er broytt soleiðis at rætturin til ókeypis umboðan ikki er avmarkaður til viðgerð av máli í Familjufyrisitingini, men er nú eisini galdandi fyri møguliga kærumálsviðgerð.
Bústaður hjá barni
- Heimildin hjá rættinum at taka fyribils avgerðir um bústað hjá barninum verður flutt til Familjufyrisitingina. Tað er ikki óhugsandi, at tørvur er á at taka fyribils avgerð um bústað hjá barni, ímeðan mál um foreldramyndugleika verður viðgjørt í rættinum. Hava foreldur felags foreldramyndugleika og mál um foreldramyndugleika er lagt fyri rættin, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um, hjá hvørjum av foreldrunum barnið fyribils skal hava bústað.