15 jan 2024
Rindar ella fært tú rætta upphædd í barnagjaldi?

Barnagjaldsupphæddir verða ásettar við Kunngerð um áseting og javning av almanna-veitingum hvørt ár og hava gildi frá 1. januar. Í januar 2024 øktust upphæddirnar og vanligt barnagjald er nú 1.162 kr. mánaðarliga.

Harafturat eru inntøkuupphæddirnar í leiðreglunum fyri útrokning av øktum barna-/útbúgvingargjaldi broyttar.

Sí nýggjastu gjaldsupphæddirnar her.

 

Rindan av barnagjaldi

Rindar tú barnagjald beinleiðis til gjaldmóttakara við fastari bankaflyting, er tað tú, ið hevur skyldu at broyta flytingina hvørt ár samsvarandi møguligum broytingum pr. 1. januar.

Ert tú gjaldmóttakari og fært skeiva upphædd frá gjaldskylduga, kanst tú heita á viðkomandi, um at broyta føstu bankaflytingina. Eru ósemjur, kunnu tit seta tykkum í samband við Familjufyrisitingina.

Gjaldmóttakari kann eisini seta seg í samband við Almannaverkið og biðja um at fáa barnagjald forskotsrindað. TAKS innheintar síðan gjaldið av inntøku hjá gjaldskylduga.

Verður barnagjald rindað og innheintað av tí almenna, broyta Almannaverkið og TAKS upphæddirnar pr. 1. januar hvørt ár.

Umsókn um forskotsrindan av barnagjaldi er at finna her.

Eitt gjaldskjal frá Familjufyrisitingini skal leggjast við umsóknini til Almannaverkið. Hevur Familjufyrisitingin ikki ásett barnagjald tykkara millum áður, er neyðugt at søkja Familjufyrisitingina fyrst, soleiðis at eitt gjaldskjal kann útflýggjast. Umsókn um at áseta barnagjald er at finna her.

 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur