16 jan 2024
DIA (Danish International Adoption) steðgar sínum virksemi

Í dag eru tíðindi komin út um, at ættleiðingarmiðlandi stovnurin DIA steðgar við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar – tað vil siga ættleiðingar av børnum frá útlondum til Danmarkar og Føroyar.

Familjufyrisitingin kannar í løtuni, hvat hetta merkir fyri tey, ið eru góðkend at ættleiða.

Sí tíðindaskriv frá DIA her og frá Ráðnum fyri sosial-, bústaðar- og eldramálum í Danmark her.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24 ella við telduposti á famf@famf.fo

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur