07 feb 2024
Illgruni um ólógliga altjóða ættleiðing

Ert tú ættleidd/ur og hevur illgruna um, at okkurt ólógligt er farið fram í ættleiðingarmáli tínum, kann Ankestyrelsen hjálpa tær at gjøgnumganga málið. Tú kanst lesa meira um leiðreglurnar viðvíkjandi viðgerð av ættleiðingarmálum við illgruna um ólóglig viðurskifti her

Finn kunning um, hvussu tú kanst seta teg í samband við Ankestyrelsen her.

 

Ert tú ættleidd/ur gjøgnum AC Børnehjælp, Glemte Børn, DanAdopt ella Danish International Adoption (DIA) og vilt síggja skjølini í tínum ættleiðingarmáli, kanst tú seta teg í samband við DIA. Familjufyrisitingin skal tó vísa á, at DIA kunnar soljóðandi á heimasíðu teirra:

”DIA har ikke stoppet sit arbejde, men er gået ind i en kontrolleret afvikling af adoptionsformidlingen. Det vil sige, at DIA stiller sin viden og ressourcer til rådighed for staten, der skal overtage igangværende sager og finde de løsninger, som DIA ikke har haft mulighed for inden for de nuværende rammer. DIA registrerer fortsat henvendelser om afsluttede adoptionssager (PAS-henvendelser), så disse kan behandles, når der er fundet en midlertidig eller permanent løsning for, hvordan opgaven skal varetages”.

Tískil kanst tú vænta bíðitíð. Les tíðindaskrivið hjá DIA her.

 

Ert tú ættleidd/ur gjøgnum Terre des Hommes, er tað Rigsarkivet, sum hevur mál títt, og tú kanst seta teg í samband við Rigsarkivet ella Ankestyrelsen. Tú kanst bíleggja upplýsingar, sum Rigsarkivet hevur um teg, her. Kunning um, hvussu tú kanst seta teg í samband við Ankestyrelsen er at finna her.

 

Familjufyrisitingin viðger mál um góðkenning at ættleiða og fær í tí sambandi eisini nøkur skjøl um ættleidda barnið. Vit hava mál frá 1987 til í dag og Tjóðskjalasavnið hevur mál fram til 1987.

Ert tú ættleidd/ur aftan á 1987 og vilt hava innlit í, hvørjar upplýsingar vit hava um teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umbøn á famf@famf.fo.

Ert tú ættleidd/ur áðrenn 1987 og vilt hava innlit í, hvørjar upplýsingar Tjóðskjalasavnið hevur um teg, skalt tá seta teg í samband við Tjóðskjalasavnið. Sí kunning um, hvussu tú fært upplýsingar frá Tjóðskjalasavninum her.   

 

Hevur tú spurningar, ivamál ella tørv á vegleiðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24 ella við telduposti á famf@famf.fo.

 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur