23 okt 2024
Familjufyrisitingin kann meta útlendsk familjurættarlig skjøl fyri aðrar myndugleikar

Familjufyrisitingin hevur nú formliga fingið til uppgávu frá Løgmálaráðnum at meta um útlendsk familjurættarlig skjøl fyri viðkomandi myndugleikar, um ivi er um, hvørt eitt útlendskt skjal er ektað og/ella um innihaldið í skjalinum kann viðurkennast.

Talan kann vera um útlendsk føði- og dóps-/navnabrøv, vígsluskjøl, sundurlesingar-/hjúnaskilnaðarloyvi, deyðsváttanir, foreldramyndugleikaváttanir, faðirskaparváttanir og tílíkt.

Familjufyrisitingin hevur bert skyldu at meta um skjøl fyri viðkomandi myndugleikar – ikki einstakar persónar – og metingin hjá Familjufyrisitingini er vegleiðandi.

Viðkomandi myndugleikar kunnu venda sær til Familjufyrisitingina fyrri nærri kunning og vegleiðing hesum viðvíkjandi.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur