08 nov 2024
Ógift foreldur at nýføðingi kunnu nú boða frá faðirskapi á Vanganum

Eru foreldur at nýføðingi ikki gift, tá ið barn verður føtt, skal staðfestast, hvør pápin er. Staðfesting av faðirskapi tryggjar rættin hjá barninum at kenna sín uppruna og rættindi millum barn og pápa.

Nú kunnu foreldur avgreiða hetta skjótt, lætt og trygt á Vanganum.

Við nýggju tænastuni vilja vit gera fyrstu tíðina hjá foreldrum at nýføðingi eitt sindur lættari – so tey kunnu hugsavna seg um tað týdningarmikla og gleðiliga, sum tað er at gerast foreldur.

Hetta fer at gera tað lættari og smidligari fyri bæði foreldur og Familjufyrisitingina.

Soleiðis virkar tað:

  1. Fráboðan av faðirskapi

Tá ið Familjufyrisitingin hevur fingið boð frá føðideildini (ljósmóðir ella lækna), at ein ógift mamma hevur átt barn, sendir Familjufyrisitingin mammuni eini boð á Vanganum um at fráboða, hvør pápin er.

  1. Váttan av faðirskapi

Tá ið mamman hevur upplýst, hvør pápin at barninum er, fær pápin boð á Vanganum um at vátta faðirskapin.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur