14 jan 2025
Familjufyrisitingin kann í løtuni ikki viðgera umsóknir um at áseta hjúnafelagagjald, økt barnagjald, økja ella lækka hjúnafelagagjald ella barnagjald

Í sambandi við at løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening er sett úr gildi frá 1. januar 2025, skulu nýggjar leiðreglur møguliga gerast fyri útrokning av hjúnafelagagjaldi og barnagjaldi frá 1. januar 2025 og frameftir. 

Í løtuni kann Familjufyrisitingin tískil ikki taka avgerð, tá ið talan er um umsóknir um at áseta hjúnafelagagjald, økt barnagjald ella umsókn um at broyta (økja ella lækka) barnagjald ella hjúnafelagagjald. Greiða kemur vónandi á hetta um umleið 14 dagar.

So skjótt greiða er fingin á hetta viðgera vit málini víðari.

Haldið okkum til góðar.

Eru ivamál ella spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24, kl. 10.00-12.00 og 12.30-14.00, ella við telduposti á famf@famf.fo.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur