Í sambandi við at løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening er sett úr gildi frá 1. januar 2025, hevur Familjufyrisitingin vent sær til løgmálaráðið, hvørt nýggjar leiðreglur møguliga skulu gerast fyri útrokning av hjúnafelagagjaldi og barnagjaldi frá 1. januar 2025 og frameftir.
Barnagjald
Viðvíkjandi barnagjaldið hevur Løgmálaráðið nú avgjørt, at Familjufyrisitingin skal halda fram við verandi útrokningarleisti fyri áseting av barnagjaldi. Útrokningarleisturin hjá Familjufyrisitingini heldur sostatt fram óbroyttur, hóast stuðulin er avtikin.
Hjúnafelagagjald
Tá ið talan er um hjúnafelagagjald, hevur Løgmálaráðið avgjørt, at Familjufyrisitingin skal halda fram við verandi útrokningarleisti fyri áseting av hjúnafelagagjaldi, tó við tí broyting, at brøkurin í sambandi við hjúnafelagagjald verður lækkaður frá 1/4 til 1/5.
Tað er nemliga soleiðis, at útrokningarleisturin fyri hjúnafelagagjald fram til 31. desember 2024 hevur verið ásettur til umleið 1/4 av muninum millum inntøkurnar hjá hjúnafeløgunum. Løgmálaráðið hevur nú tikið avgerð um at lækka brøkin frá 1/4 til 1/5 frá 1. januar 2025. Hetta fyri at taka hædd fyri broyttu fíggjarligu støðuni hjá gjaldsskylduga.
Eru ivamál ella spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24, kl. 10.00-12.00 og 12.30-14.00, ella við telduposti á famf@famf.fo.