Viðmerking til lesarabræv hjá Kvinnufelagnum í Havn um børn og giftu á in.fo og vp.fo 6. apríl 2025 við heitinum “Í Føroyum kunnu børn giftast – tað er ikki í lagi!”
This text will be available in English shortly.
Kunning um aldurskrav í sambandi við hjúnaband í Føroyum
9 ára gomul børn kunnu ikki giftast í Føroyum
Í sambandi við at Kvinnufelagið í Havn í lesarabrævi hevur víst á, at 9 ára gomul børn kunnu gifta seg í Føroyum, skal Familjufyrisitingin upplýsa fylgjandi.
Tað eru ávísar treytir, sum skulu vera loknar, tá tveir persónar giftast í Føroyum. Ein av hesum treytum er, at viðkomandi persónar sum meginregla skulu vera í minsta lagi 18 ár.
Tað ber til at søkja um loyvi at víkja frá hesi treyt. Umsóknin um undantaksloyvi skal latast Familjufyrisitingini. Til 2002 vóru hesi undantaksloyvi latin við kongabrævi.
Nær ber til at fáa loyvi at giftast, hóast ein ikki er fyltur 18 ár?
Persónar undir 18 kunnu giftast, um viðkomandi persónar hava fingið samtykki frá foreldrum og loyvi frá Familjufyrisitingini.
Tað ber ikki til at fáa undantaksloyvi, um persónur er yngri enn 15 ár. Hetta hevði verið í stríð við kynsliga lágaldurin í Føroyum, sum er 15 ár, og tá hevði talan verið um kynsliga misnýtslu av børnum vísandi til revsilógina § 222.
Um persónur er fyltur 16 ella 17 ár, kann undantak loyvast, um talan eitt nú er um eina 16 ára gamla gentu, og partarnir hava felags bústað. Í avgerðini skal dentur millum annað leggjast á, hvussu partarnir kunnu seta føtur undir egið borð, um persónligu umstøðurnar hjá partunum eru støðugar, og um fíggjarligu viðurskiftini hjá partunum eru nøkulunda nøktandi. Um báðir partar eru yngri enn 18 ár, verður undantak einans loyvt, um heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Um persónur er 15 ár, kann undantak einans loyvast í heilt serligum støðum. Tað veri seg eitt nú, um kvinnan er við barn ella eigur eitt barn.
Eisini kann leggjast afturat, at “ordre public”-grundreglan er galdandi í Føroyum. Tað vil siga, at um útlendskir dómar ella avgerðir stríða móti teimum grundleggjandi meginreglum, sum føroyska rættarskipanin byggir á, verða hesar avgerðir ikki viðurkendar í Føroyum. Tað kundi eitt nú verið, um onkur er fluttur til Føroya, og viðkomandi var giftur, tá viðkomandi var yngri enn 15 ár. Í slíkum føri vil hjúnabandið sum meginregla ikki viðurkennast í Føroyum, tí metingin hevði verið tann, at hjúnabandið er í stríð við “ordre public”.
Vert er at nevna, at síðani Familjufyrisitingin var sett á stovn í 2018, hevur Familjufyrisitingin onga umsókn fingið um loyvi at víkja frá 18 ára aldurstreytini.
Vert er eisini at nevna, at í Danmark var møguleikin at víkja frá 18 ára aldurstreytini strikaður hin 1. februar 2017.
Sambært lógarviðmerkingunum til donsku broytingina var yvirskipaða endamálið við broytingini at tryggja, at donsk lóggáva ikki tekur undir við, at ung undir 18 ár gifta seg.
Eru ivamál ella spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24, kl. 10.00-12.00 og 12.30-14.00, ella við telduposti á famf@famf.fo.
Vinaliga
Familjufyrisitingin