08 apr 2025
Kunning viðvíkjandi altjóða fremmandaættleiðing: Danskir myndugleikar leingja altjóða ættleiðingarsteðg

Síðani ættleiðingarmiðlandi stovnurin DIA (Danish International Adoption) tann 16. januar 2024 boðaði frá, at stovnurin fór at steðga øllum altjóða ættleiðingarvirksemi, hevur tað ikki verið møguligt hjá persónum í Danmark og Føroyum at skriva seg á bíðilista til altjóða fremmandaættleiðing. Tað vil siga, at ættleiða eitt útlendskt barn til Danmark og Føroya.

Í november 2024 yvirtók danska Ankestyrelsen uppgávurnar hjá DIA viðvíkjandi altjóða fremmandaættleiðingum. Talan var tó um eina fyribils loysn, og heimildin hjá Ankestyrelsen fevndi í stuttum einans um viðgerð av málum, sum longu vóru byrjað. Eisini var ásett, at heimildin hjá Ankestyrelsen skuldi fara úr gildi 1. juli 2025. Men ætlanin er nú at leingja heimildina.

Sambært nýggjum, donskum lógaruppskoti, sum er sent í hoyring, er ætlanin at leingja heimildina hjá danska Ankestyrelsen til 1. januar 2027, meðan arbeitt verður við at skipa ættleiðingarøkið viðvíkjandi altjóða ættleiðingum. Tað merkir samstundis, at tað framhaldandi ikki ber til at skriva seg á bíðilista til altjóða fremmandaættleiðing.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur