17 jul 2025
Kunngerð um foreldramyndugleika, samveru og bústað komin í gildi
Tann 3. juli kom nýggj kunngerð, heimilað í foreldramyndugleikalógini, í gildi.
Kunngerðin hevur við sær ásetingar um eitt nú málsræði og málsviðgerð í samband við mál um foreldramyndugleika, samveru og bústaði hjá barni.
Talan er í høvuðsheitum um kunngerð, sum nágreinar arbeiðsøkið og málsviðgerð hjá Familjufyrisitingini.
Kunna teg nærri um kunngerðina her.