Um eina viku hava nógv børn í Føroyum fyrsta skúladag. Eitt nýtt kapittul í teirra lívi - nýggja skúlataskan er klár, pakkað við pennahúsa, spenningi og høgum væntanum. Men fyri nøkur børn hevur tað eisini serligar stúranir við sær. Fyri børn, sum hava tvey heim, kann skúlabyrjan eisini vera byrjanin uppá eina tilveru við meira uppmerksemi uppá skifti millum bæði heimini og foreldrini.
Fyri foreldrini kann tað eisini vera serliga avbjóðandi at skapa samanhang og ró í gerandisdegnum fyri barn teirra í hesum skiftinum.
- Hvør av okkum fer við barninum fyrsta skúladag? Ella fara vit bæði? Hvussu fer tað at ganga?
- Hvar skulu ítróttar- og svimjiklæðini liggja – hjá mær ella hinum foreldrinum?
- Fer barnið at fáa stuðul til skúlating í báðum heimunum?
- Fara vit bæði at fáa alla kunning frá skúlanum? Fara vit bæði at megna at fara til foreldrafundir og tiltøk í skúlanum saman?
Í Familjufyrisitingini vita vit, at børn, hvørs foreldur ikki liva saman, ofta hava brúk fyri eyka stuðli til at navigera ímillum skúla, frítíð og bæði heimini. Tað kann hava stóran týdning fyri barnið, um fakfólk – lærarar, námsfrøðingar og onnur, sum møta børnunum/familjunum í gerandisdegnum – eru serliga uppmerksom uppá tekin hjá barninum, sum kunnu vísa til dømis sakn, strongd, ósemjur millum foreldrini ella annað, sum barnið ofta ikki vil ella dugir at seta orð á.
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, sum ikki liva saman, ráðgeving og vegleiðing, altíð við denti á trivnaðin hjá barni teirra. Vit royna at hjálpa foreldrum at styrkja samstarvið teirra millum, umframt at gera avtalur um samveru og at finna praktiskar loysnir, sum eru barninum at gagni og kunnu lætta um gerandisdagin hjá barninum
Les meira um um foreldrasamstarvsskeið, barnaserkøna ráðgeving í okkara faldara "Tilboð til foreldur, sum ikki liva saman, og børn teirra" og á heimasíðuni her.