12 des 2025
Barnagjøld 2026

Frá 1. januar 2026 er vanligt barnagjald 1.237 kr. mánaðarliga.

Upphæddirnar verða ásettar við Kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum hvørt ár og hava gildi frá 1. januar. 

Harafturat eru inntøkuupphæddirnar í leiðreglunum fyri útrokning av øktum barna-/útbúgvingargjaldi broyttar.

Sí nýggjastu gjaldsupphæddirnar her.

 

Skylda at broyta upphæddina frá 1. januar

Verður barnagjald rindað beinleiðis frá gjaldskylduga til gjaldmóttakara, er tað gjaldskyldugi, ið hevur skyldu at broyta gjaldið samsvarandi møguligum broytingum pr. 1. januar hvørt ár.

Fær gjaldmóttakari ikki rætta upphædd frá gjaldskylduga, kann gjaldmóttakari seta seg í samband við Almannaverkið og biðja um at fáa gjaldið forskotsrindað. TAKS innheintar síðan gjaldið av inntøku hjá gjaldskylduga.

Umsókn um forskotsrindan av barnagjaldi er at finna á Vanganum og á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Eitt gjaldskjal frá Familjufyrisitingini skal leggjast við umsóknini til Almannaverkið. Hevur Familjufyrisitingin ikki ásett barnagjald áður, er neyðugt at søkja Familjufyrisitingina fyrst, soleiðis at eitt gjaldskjal kann útflýggjast. Umsókn um at áseta barnagjald er at finna her.

 

Verður barnagjald rindað og innheintað av tí almenna, broyta Almannaverkið og TAKS upphæddirnar pr. 1. januar.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur