Barnagjaldsupphæddir verða ásettar við Kunngerð um áseting og javning av almanna-veitingum hvørt ár og hava gildi frá 1. januar.
Í januar 2026 øktust upphæddirnar, og vanligt barnagjald er nú 1.204 kr. mánaðarliga.
Harafturat eru inntøkuupphæddirnar í leiðreglunum fyri útrokning av øktum barna-/útbúgvingargjaldi broyttar.
Sí nýggjastu gjaldsupphæddirnar og leiðreglur fyri útrokning av øktum barna-/útbúgvingargjaldi her.
Rindan av barnagjaldi
Rindar tú barnagjald beinleiðis til gjaldmóttakara við fastari bankaflyting, er tað tú, ið hevur skyldu at broyta flytingina hvørt ár samsvarandi møguligum broytingum pr. 1. januar.
Ert tú móttakari av barnagjaldi og fært skeiva upphædd frá gjaldskylduga, kanst tú heita á viðkomandi, um at broyta føstu bankaflytingina. Noktar gjaldskyldugi, eru tveir møguleikar:
- Hava tit eitt Skjal um barnagjald frá Familjufyrisitingini ella Bidragsresolution frá Ríkisumboðnum, kann gjaldmóttakari seta seg í samband við Almannaverkið og biðja um at fáa barnagjald forskotsrindað. TAKS innheintar síðan gjaldið av inntøku hjá gjaldskylduga. Umsókn um forskotsrindan av barnagjaldi er at finna á Vanganum og á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
- Er barnagjaldið flutt eftir avtalu tykkara millum uttan avgerð frá Familjufyrisitingini ella Ríkisumboðnum, kunnu tit søkja Familjufyrisitingina um at áseta barnagjald. Umsókn um at áseta barnagjald er at finna her.
Verður barnagjald rindað og innheintað av tí almenna, broyta Almannaverkið og TAKS upphæddirnar pr. 1. januar hvørt ár.