Týsdagin 4. september 2018 varð stovnsetingin av Familjufyrisitingini hátíðarhildin í nýumvældu hølunum undir Bryggjubakka.
- Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum varða av, tí onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum, í so viðkvomum og persónligum málum, í veruleikanum skuldi venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa hjálp.
Soleiðis segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum, millum annað, í røðu sínari. Les alla røðuna á heimasíðuni hjá Heilsu og innlendismálaráðnum her.
Ríkisumboðið Lene Moyell Johansen og Monica Hjelm Rasmussen, fakligur stjóri í Familjufyrisitingini, bóru eisini fram nøkur orð.
Stóra tøkk til tykkum øll, ið sýndu Familjufyrisitingini áhuga og komu við gávum á móttøkudegnum.
Familjufyrisitingin