05 mar 2019
Ráðstevna um Familjusambond

Fríggjadagin 1. mars 2019 var ráðstevna um familjusambond í Norðurlandahúsinum. MEA - húsið fyri familjumenning skipaði fyri ráðstevnuni og Familjufyrisitingin luttók.

Stjóri í danska Center for Familieudvikling, Mattias Stølen Due, var høvuðsgestur á ráðstevnuni. Hann hevði tríggjar áhugaverdar framløgur um arbeiðið hjá Center for Familieudvikling.

Familjufyrisitingin hevði tvær framløgur. Súsanna Nordendal, virkandi fakligur stjóri, greiddi frá løgfrøðiligu karmunum um foreldramyndugleika og samveru. Og Ejler Eysturtún, barnaserkønur ráðgevi, legði fram um ráðgeving og barnasamrøður.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur