12 mar 2020
Avgreiðslan hjá Familjufyrisitingini er stongd frá fríggjadegnum 13. mars 2020 og komandi tvær vikurnar

Familjufyrisitingin fylgir almennu tilmælunum frá myndugleikunum viðvíkjandi coronasmittuni. Komandi tvær vikurnar steingja vit tí avgreiðsluna undir Bryggjubakka og fundir eru útsettir.

Telefon okkara er opin gerandisdagar kl.10.00 – 12.00. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 20 22 24.

Vit taka enn ímóti umsóknum og umbønum, og viðgera mál sum vanligt.    

Hevur tú átrokandi boð ella spurningar, uttanfyri telefontíð, kanst tú senda Familjufyrisitingini ein teldupost á famf@famf.fo, har tú skrivar hvat tað snýr seg um og títt telefonnummar. Vit ringja ella svara tær skjótast til ber.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur