15 des 2020
COVID-19: Leiðbeining til foreldur um samveru

Dagført 16. desember 2020

Samanumtikið er tað soleiðis at lóggávan á familjurættarliga økinum enn er galdandi. Familjufyrisitingin viðmælir tó at øll fylgja teimum tilmælum, sum koma frá myndugleikunum. Fylg kunningini á www.korona.fo.  

Tað er ábyrgdin hjá foreldrum at taka avgerðir, ið eru best fyri barnið. Foreldur kunnu altíð sjálvi gera avtalur sínámillum, ið rigga best til einstøku familjuna. Nýggjar avtalur kunnu til dømis gerast fyri eitt avmarkað tíðarskeið, og tað er ikki neyðugt at taka Familjufyrisitingina uppí. 

 

Skulu børnini í samveru?

Foreldur skulu í høvuðsheitum halda avtalur, sum tey hava gjørt sínámillum, og avgerðir, sum eru tiknar í Familjufyrisitingini (ella hjá Ríkisumboðnum).

Foreldur hava eisini eina felags ábyrgd at tryggja heilsu og trivnað barnsins. Familjufyrisitingin mælir øllum foreldrum til at fylgja tilmælunum frá føroysku myndugleikunum á www.korona.fo.

 

Kann ein fáa viðbótarsamveru, um vanliga samveran verður avlýst orsakað av COVID-19-fyriskipanum?

Vanligu reglurnar fyri viðbótarsamveru eru í høvuðsheitum eisini galdandi í hesi støðu. Foreldur kunnu eisini sjálvi avtala hvussu samvera skal skipast eftir, at støðan er broytt.

 

Kann ein fáa hjálp til at fáa barnið latið til samveru ella aftur til bústaðarforeldrið, um hitt foreldrið ikki heldur avtalaða/ásetta samveru?

Tað er fútarætturin, sum tekur støðu til fremjan av samveru. Familjufyrisitingin vísir til fútarættin - https://domstol.dk/fo/faeroeerne/

 

Skal barnið til hitt foreldrið, um barnið hevur verið uttanlands?

Í slíkum støðum mælir Familjufyrisitingin øllum foreldrum til at fylgja tilmælunum frá føroysku myndugleikunum á www.korona.fo

 

Kann eitt foreldur avgera, at ein ferð verður avlýst, um barnið skal við hinum foreldrinum uttanlands, ella í samveru hjá samveruforeldri, ið býr uttanlands?

Í slíkum støðum mælir Familjufyrisitingin øllum foreldrum til at fylgja tilmælunum frá føroysku myndugleikunum á www.korona.fo

 

Hvat kunnu vit gera, um samveran skal vera á einum almennum staði, sum er stongt?

Familjufyrisitingin mælir foreldrum til at finna eitt hóskandi stað saman. Sama er galdandi viðvíkjandi staði til heintan og handan, orsakað av afturlatingum ella líknandi.

Familjufyrisitingin nær ikki at viðgera umsóknir um broyting av samveru, meðan umstøðurnar eru broyttar orsakað av COVID-19.

+298 20 22 24

Telefontíðir
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn

Avgreiðslutíðir
kl. 10.00-15.00
Aftur