03 apr 2020
Lættari at vátta faðirskap

Nýggj lógarbroyting hevur við sær, at tað ikki longur er eitt krav, at pápar møta persónliga í Familjufyrisitingini fyri at vátta faðirskapin at einum barni.

Eru foreldur at einum barni ikki gift, tá ið barnið verður føtt, skal pápin at barninum staðfestast. Fyrr skuldi pápin møta persónliga í Familjufyrisitingini fyri at vátta faðirskapin. Nú kann pápin vátta skrivliga, við at undirskriva og senda Familjufyrisitingini eitt oyðublað, ið verður sent honum eftir, at mamman hevur fráboðað Familjufyrisitingini, hvør pápin at barninum er. Undirskriftin hjá pápanum á oyðublaðnum skal váttast av einum advokati ella tveimum sannanarvitnum.

Tað er framvegis møguligt hjá pápum at møta í Familjufyrisitingini og viðurkenna faðirskapin, og tá er ikki neyðugt við váttan frá advokati ella sannanarvitnum.

Set teg í samband við Familjufyrisitingin á tlf. 20 22 24 ella umvegis teldupost á famf@famf.fo og fá vegleiðing um galdandi lóggávu og rættarvirknaðin av at vátta faðirskapin at einum barni, hjálp til at útfylla oyðublaðið og ráðgeving í hesum sambandi.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur