Familjufyrisitingin hevur í sambandi við myndugleikaflyting yvirtikið partin hjá Tryggingareftirlitinum sambært kunngerð um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju. Framyvir er tað Familjufyrisitingin, ið avger hvørji virðir ogn hjá persónum undir verju kann setast í. Tryggingareftirlitið hevur tó framvegis eftirlitið við umsitingardeildunum.
Umsóknir sum áður vórðu sendar Tryggingareftirlitinum skulu tí nú sendast Familjufyrisitingini. Tað snýr seg um eitt nú um at góðkenna umsóknir um, at ogn, sum aftur fyri veð, verður sett í fastogn hjá verja v.m. Familjufyrisitingini yvirtekur tey mál, ið eru til viðgerðar hjá Tryggingareftirlitinum, men har avgerð enn ikki er tikin.
Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum.