01 mai 2020
Avgreiðslan er opin aftur sum vanligt

Frá mánadegnum 4. mai 2020 er avgreiðsla okkara opin aftur kl. 10.00-15.00.

Øll neyðug fyrivarni verða tikin fyri at avmarkað smittuvandan. Starvsfólk í Familjufyrisitingini spritta handtøk, borð, stólar o.a. og glas er sett upp í móttøkuni og fundarhølunum.

Viðskiftafólk okkara verða biðin um at lesa hesar mannagongdir, áðrenn møtt verður í Familjufyrisitingini: 

Mannagongdir viðv. COVID-19 til kunningar innan fund, ráðgeving ella barnasamrøðu í Familjufyrisitingini

Innan fundin, ráðgevingina ella samrøðuna:

  • Ert tú í sóttarhaldi, heimauppihaldi, hevur sjúkueyðkenni ella ert sjúk/-ur, skalt tú undir ongum umstøðum møta upp – kunna okkum um tað og so fáa tit eina nýggja tíð.
  • Ert tú í vandabólkinum, viðmæla vit staðiliga, at tú ikki kemur til fundin – kunna okkum um tað og so fáa tit eina nýggja tíð
  • Nem tær vitan um korona á www.corona.fo innan fundin
  • Vaska og spritta hendur innan fundin

Á fundinum, til ráðgevingina ella samrøðuna:

  • Ongin fysisk kontakt er loyvd, t.v.s. vit taka ikki í hond o.tíl.
  • Halt til alla tíð fjarstøðu á í minsta lagi 2 metrar millum hvønn persón
  • Skalt tú hosta ella njósa, ger tað í ermuna ella far útum
+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur