Hin 13. mars 2020 varð føroyska samfelagið sett niður í ferð. Arbeiðsgevarar sendu fólk heim og skúlar og dagstovnar sendu børnini heim. Flestu familjur vórðu “tvungnar” at verða við hús og at verða nógv meira saman. Seinastu nógvu mánaðirnir hava nógvir føroyingar eisini verið í sóttarhaldi saman við húski sínum. Fyri nógvar familjur hevur seinasta tíðin og nýggju umstøðurnar havt avbjóðingar við sær – á ymsan hátt, og í minni ella størri mun.
Ofta verður sagt, at hjúnaskilnaðartølini vaksa og fleiri fara hvør til sítt eftir jól og summarfrítíð. Og gitingar verða ofta førdar fram um, at ein av høvuðsorsøkunum til hetta er, at pør og familjur tá brúka meira tíð saman, enn í gerandisdegnum annars. Tað kann til dømis føra til ósemjur millum partarnar í parlagnum ella at ein partur ásannar, at viðkomandi ikki vil liva saman við makanum meir.
Orsakað av koronufarsóttini hava vit síðan mars mánað í ár verið nógv meira heima og saman við maka og børnum okkara. Í hesum sambandi hevur spurningurin, um koronufarsóttin hevur havt við sær, at fleiri føroysk pør eru farin hvør til sítt, verið uppi at venda.
Spurningurin er torførur at svara. Fyri tað fyrsta, hava vit ikki tøl fyri samlívsslit hjá ógiftum í Føroyum. Harafturat kunnu vit ikki gera greiða niðurstøðu um samanhangur er, út frá tølunum, sum vit hava. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, nógv ymisk viðurskifti kunnu ávirka og sveiggini kunnu vera tilvildarlig. Eisini skal havast í huga, at tøl okkara í Føroyum eru sera smá. Tí kunnu tey lætt sveiggja eina ella hin vegin og óvissan er stór. Tølini skulu tí takast við fyrivarni.
Men hagtøl hjá Familjufyrisitingini vísa, at fleiri sundurlesingar hava verið higartil í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Um hetta er tilvildarligt, ella tað hongur saman við koronufarsóttini og broyttu lívsumstøðunum av henni, er ringt at siga.
Hagtøl
Sundurlesingar | Hjúnaskilnaðir | |
2019 (tilsamans) | 55 | 73 |
1. januar – 30. september |
42 | 57 |
2020 1. januar – 30. september |
58 |
54 |
Tølini fyri hjúnaskilnað siga okkum ikki so nógv fyri at svara høvuðsspurninginum í hesi grein. Orsøkin er, at í allarflestu førum ganga í minsta lagi seks mánaðir frá sundurlesing til hjúnaskilnað.
Undantikið er beinleiðis hjúnaskilnaður – t.e. tá ið hjúnafelagar fáa loyvi til at verða skildir alt fyri eitt, grundað á ótrúskap, harðskap, tvígiftu ella tí at samlív teirra hevur verið slitið í tvey ár ella longri orsakað av ósemju. Í 2019 játtaði Familjufyrisitingin 11 loyvi til beinleiðis hjúnaskilnað, og higartil í ár hevur Familjufyrisitingin játtað 8 loyvi til beinleiðis hjúnaskilnað.
Sum áður víst á, er ringt at siga, um tað er beinleiðis samanhangur millum koronustøðuna og samlívsslit, men tølini fyri sundurlesingarloyvum kunnu møguliga geva okkum eina ábending. Sum sæst á talvuni niðanfyri eru tølini fyri annan og triðja ársfjórðing væl hægri í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Sundurlesingarloyvi * | 1. ársfj. | 2. ársfj. | 3. ársfj. | 4. ársfj. | Tilsamans | Miðal fyri árið |
2017 ** | 59 | 14,75 | ||||
2018 ** | 66 | 16,50 | ||||
2019 | 20 | 14 | 8 | 13 | 55 | 13,75 |
2020 | 21 | 21 | 16 | - | (58) | 19,33 *** |
* Tá ið søkt verður um sundurlesing ganga vanliga tvær til tríggjar vikur frá degnum, tá ið Familjufyrisitingin fær umsóknina, til hjúnafelagarnir verða bidnir um at koma á fund í Familjufyrisitingini. Eftir fundin verður sundurlesingarloyvi vanliga útflýggjað sama dag.
** Vit hava bara samlað árlig hagtøl fyri sundurlesingarloyvi áðrenn 2019 (hagtølini eru frá Ríkisumboðnum og partvís Familjufyrisitingini fyri 2018).
*** Miðal fyri 1. - 3. ársfjórðing 2020.
Ritmyndin niðanfyri vísir miðaltøl pr. ársfjórðing fyri hjúnaskilnaðir í Føroyum seinastu 10 árini, og vit síggja hvussu sveiggini hava verið seinastu árini. Eftir tølunum fyri sundurlesingar seinastu tveir ársfjórðingarnar, kunnu vit hava í væntu eina øking í hjúnaskilnaðum í 4. ársfjórðingi 2020 og í fyrsta ársfjórðing í 2021 (um sundurlisin søkja um hjúnaskilnað tá ið ella stutt eftir, at 6 mánaðir eru farnir frá sundurlesingini).
Donsk hagtøl vísa, at talið av umsóknum um sundurlesing og hjúnaskilnað ikki er økt í ár, samanborið við seinastu árini – les grein um hetta her.