16 mar 2020
COVID-19: Leiðbeining til foreldur um samveru

Dagført 30. mars 2020

Samanumtikið er tað soleiðis at lóggávan á familjurættarliga økinum enn er galdandi. Familjufyrisitingin viðmælir tó at øll fylgja teimum tilmælum, sum koma frá myndugleikunum. Fylg kunningini á www.corona.fo.  

Tað er ábyrgdin hjá foreldrum at taka avgerðir, ið eru best fyri barnið. Foreldur kunnu altíð sjálvi gera avtalur sínámillum, ið rigga best til einstøku familjuna. Nýggjar avtalur kunnu til dømis gerast fyri eitt avmarkað tíðarskeið, og tað er ikki neyðugt at taka Familjufyrisitingina uppí. 

 

Skulu børnini í samveru?

Foreldur skulu í høvuðsheitum halda avtalur, sum tey hava gjørt sínámillum, og avgerðir, sum eru tiknar í Familjufyrisitingini (ella hjá Ríkisumboðnum).

Foreldur hava eisini eina felags ábyrgd at tryggja heilsu og trivnað barnsins. Familjufyrisitingin mælir øllum foreldrum til at fylgja tilmælunum frá føroysku myndugleikunum á www.corona.fo.

 

Hvat kunnu vit gera, um samveran skal vera á einum almennum staði, sum er stongt?

Familjufyrisitingin mælir foreldrum til at finna eitt hóskandi stað saman. Sama er galdandi viðvíkjandi staði til heintan og handan, orsakað av afturlatingum ella líknandi.

Familjufyrisitingin nær ikki at viðgera umsóknir um broyting av samveru, meðan umstøðurnar eru broyttar orsakað av COVID-19.

 

Kann ein fáa viðbótarsamveru, um vanliga samveran verður avlýst orsakað av COVID-19-fyriskipanum?

Vanligu reglurnar fyri viðbótarsamveru eru í høvuðsheitum eisini galdandi í hesi støðu. Foreldur kunnu eisini sjálvi avtala hvussu samvera skal skipast eftir, at støðan er broytt.

 

Kann ein fáa hjálp til at fáa barnið latið til samveru ella aftur til bústaðarforeldrið, um hitt foreldrið ikki heldur avtalaða/ásetta samveru?

Tað er fútarætturin, sum tekur støðu til fremjan av samveru. Familjufyrisitingin vísir til fútarættin - https://domstol.dk/fo/faeroeerne/

 

Skal barnið til hitt foreldrið, um barnið hevur verið uttanlands?

Í slíkum støðum mælir Familjufyrisitingin øllum foreldrum til at fylgja tilmælunum frá føroysku myndugleikunum á www.corona.fo

 

Kann eitt foreldur avgera, at ein ferð verður avlýst, um barnið skal uttanlands við hinum foreldrinum?

Í slíkum støðum mælir Familjufyrisitingin øllum foreldrum til at fylgja tilmælunum frá føroysku myndugleikunum á www.corona.fo

 

Hvørjar leiðreglur eru galdandi fyri foreldur við samanfluttum børnum?

Tað er í lagi, at børnini hava vanliga samveru sínámillum. Men um børnini fáa sjúkueyðkenni, skulu tey vera verandi hjá tí eina av foreldrunum.

 

Mín fyrrverandi maki er júst afturkomin frá feriu uttanlands. Skal hann lata seg kanna, áðrenn hann hevur samveru við børnini?

Hann skal halda seg heima í 14 dagar eftir heimkomu, og vit mæla til, at tit útseta samveruna hesar 14 dagarnar.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur