Fulltrúar til Familjufyrisitingina

Á Familjufyrisitingini skulu setast tveir løgfrøðingar og ein fulltrúi við starvsbyrjan 1. mars 2019 ella eftir nærri avtalu.

Eina starvið sum løgfrøðingur er fast starv og hitt starvið sum løgfrøðingur er barnsburðarfarloyvisstarv fyribils fram til 1. februar 2020.

Starvið sum fulltrúi er fast starv.

Lýsing av Familjufyrisitingini

Á ólavsøku 2018 yvirtók landsstýrið málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarætt, og tað er nýstovnaða Familjufyrisitingin, ið umsitur hetta nýggja føroyska málsøkið. Familjufyrisitingin er sostatt ein nýggj umsiting, og hon viðger nógv ymisk mál á persóns- og familjurættarliga økinum, m.a. mál um samveru, hjúnaskilnað, ættleiðing, verjumál og barnagjøld. Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Familjufyrisitingini her.

 

Starvið sum løgfrøðingur

Arbeiðsuppgávur

Sum løgfrøðingur á Familjufyrisitingini skalt tú í høvuðsheitum

  • málsviðgera og taka avgerðir á persóns- og familjurættarliga økinum
  • leiðbeina viðskiftafólki okkara og myndugleikum
  • samstarva tvørfakliga við barnaserkønu ráðgevarnar á Familjufyrisitingini um eitt nú samverumál

Førleikakrøv

  • Tú ert løgfrøðingur og hevur áhuga fyri at arbeiða við nevndu uppgávum.
  • Tú hevur góðar fakligar førleikar, loysir uppgávur við høgari dygd, og samstundis ert tú arbeiðssom/-samur og veitir viðskiftafólki okkara eina góða tænastu.
  • Tú dugir væl at orða teg á føroyskum – bæði í skrift og talu.
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við aðrar løgfrøðingar og onnur starvsfólk.
  • Tú ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi.
  • Tær dámar og megnar at arbeiða við fólkum, ið stundum eru í støðum, ið eru merktar av kenslum, kreppu og nógvum stríði
  • Tú ert væl skipað/-ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn og ikki letur teg streingja av hesum.
  • Tú hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.

Royndir á familjurættarliga økinum ella í aðrari almennari umsiting er ein fyrimunur, men eingin treyt.

 

Starvið sum fulltrúi

Arbeiðsuppgávur

Sum fulltrúi á Familjufyrisitingini skalt tú í høvuðsheitum

  • vera við til at menna Familjufyrisitingina, eitt nú við at
    • vera við til at menna, dagføra og góðskutryggja nýggjar mannagongdir og vegleiðingar uttanhýsis og innanhýsis
    • gera hagtøl og viðgera hesi
    • luttaka í og leiða verkætlanir
    • menna og dagføra heimasíðuna soleiðis, at hon er so upplýsandi og borgaravinalig sum gjørligt
    • gera ymiskar kanningar innan økið, íroknað, nøgdsemiskanningar
    • tryggja smidliga skifti frá donskum til føroyskt o.a.
  • málsviðgera og taka avgerðir í samverumálum
  • leiðbeina viðskiftafólki okkara og myndugleikum

Tó skalt tú vera smidlig/-ur og til reiðar at átaka tær aðrar uppgávur, um tørvur er á tí á øðrum arbeiðsøkjum á Familjufyrisitingini.

Førleikakrøv

  • Tú hevur viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni og hevur áhuga at arbeiða við nevndu uppgávum.
  • Tú hevur góðar fakligar førleikar og loysir uppgávur við høgari dygd, og samstundis ert tú arbeiðssom/-samur og veitir viðskiftafólki okkara eina góða tænastu.
  • Tú dugir væl at orða teg á føroyskum – bæði í skrift og talu.
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk/fakfólk.
  • Tú ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi.
  • Tær dámar og megnar at arbeiða við fólkum, ið stundum eru í støðum, ið eru merktar av kenslum, kreppu og nógvum stríði.
  • Tú ert væl skipað/-ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn og ikki letur teg streingja av hesum.
  • Tú hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.

Tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi størvum innan almenna fyrisiting.

Harafturat er tað ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til familjurættarliga økið.

 

Familjufyrisitingin kann bjóða tær

  • at verða við til at menna eina føroyska umsiting frá byrjan
  • ein gerandisdag saman við hugagóðum og hjálpsomum starvsfeløgum, har dentur verður lagdur á at taka rættar og greiðar avgerðir og at veita viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu
  • eitt avbjóðandi, spennandi og fjølbroytt starv í einum sterkum fakligum umhvørvi
  • beinleiðis samband við viðskiftafólk og møguleika at gera ein mun
  • góðan møguleika fyri fakligari og persónligari menning

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknin

Umsókn skal sendast til:

Familjufyrisitingin

undir Bryggjubakka 27

FO-100 Tórshavn

ella við telduposti til

famf@famf.fo 

Umsókn við prógvi, CV og møgulig avrit av øðrum skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. februar 2019, kl. 12.00.

Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í viku 8 ella 9.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Súsonnu Nordendal, virkandi fakligan stjóra, á tlf. 20 22 24, ella við telduposti til famf@famf.fo.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

+298 20 22 24
Undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn