15 nov 2021
Hvussu er við samveru um jóltíðir og á nýggjárinum?

Fyri tey flestu av okkum eru jólini ein høgtíð, ið vit helst vilja halda saman við okkara nærmastu. Men summi børn, ið hava foreldur, ið ikki liva saman, kunnu ikki halda jól saman við báðum sínum foreldrum, og nógv av hesum foreldrum, halda ikki jól saman við børnum sínum hvørt ár.

Nøkur foreldur, ið ikki liva saman, avtala sínámillum (uttan hjálp frá Familjufyrisitingini), hvussu samvera skal skipast um jólini og á nýggjárinum. Onnur kunnu hava fingið hjálp frá Familjufyrisitingini til at gera avtalu um jóla- og nýggjárssamveru, ella kanska Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um samveru um jóltíðir.

Tá ið avtala er gjørd, ella ein avgerð er tikin, um jóla- og nýggjárssamveru, dettur vanlig samvera burtur í tíðarskeiðinum. Tað vil siga, at um barnið til dømis vanliga er í samveru frá mikudegi í maka viku til mánadag í ómaka viku, og jólaaftan er ein hósdag í maka viku (sum í ár), er ikki givið at barnið er hjá samveruforeldrinum jólaaftan. Tí um foreldrini hava eina seravtalu, ella um ein avgerð er tikin, um jóla- og nýggjárssamveru, har tað er ásett, at barnið er hjá bústaðarforeldrinum um jólini maka ár (sum í ár), er hendan galdandi, til ásetta tíðarskeiðið (sum oftast er jólafrítíðin hjá skúlunum) er av.

Nógv foreldur skiftast um at halda jól og nýggjár saman við barninum. Til dømis soleiðis, at barnið er jóladagarnar hjá øðrum foreldrinum, og so hjá hinum foreldrinum á nýggjárinum – og so umvent árið eftir. Okkara royndir vísa, at nógv børn uppliva sera nógv skift um jóladagarnar, tí bæði foreldur ynskja at vera saman við børnunum. Tað er væl skilligt, men hetta kann hava við sær neiligar avleiðingar fyri børnini, av tí at jólini hjá børnunum kunnu kennast óstøðug og rokmikil.

Eru foreldur ikki samd um eina jóla- og nýggjárssamveruskipan, kunnu tey søkja um áseting av samveru í Familjufyrisitingini. Tá ið Familjufyrisitingin fær eina umsókn, verður altíð fyrst roynt at hjálpa foreldrunum at semjast um eina samveruskipan. Verða foreldrini ikki samd, eftir hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Familjufyrisitingin taka avgerð.

Verður søkt um áseting av jóla- og nýggjárssamveru, er umráðandi at umsóknin verður latin Familjufyrisitingini í góðari tíð. Familjufyrisitingin skal altíð taka avgerð eftir einari ítøkiligari meting av barnsins besta í ítøkiliga málinum. Tí skal Familjufyrisitingin hava tíð til at viðgera málið, kanna og savna inn upplýsingar, soleiðis at ein avgerð kann takast, alt eftir, hvat verður mett best fyri einstaka barnið. Samveran kann verða ásett til alt frá einum tíma til at jólafrítíðin verður býtt javnt millum foreldrini – alt eftir umstøðunum í ítøkiliga málinum.

Í eini avgerð um jóla- og nýggjárssamveru verður dentur lagdur á mentan og siðvenjur í familjunum, umframt onnur viðkomandi viðurskifti hjá ávíkavist samveru- og bústaðarforeldri, og til dømis nær møgulig onnur eykasystkin halda jól hjá samveruforeldrinum o.a.tíl.

Tú kanst lesa meira um samveru her.

+298 20 22 24

Telefontíðir
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn

Avgreiðslutíðir
kl. 10.00-15.00
Aftur