Samvera
Liva foreldur ikki saman, hevur barn teirra rætt til samveru við tað av foreldrunum, ið barnið ikki hevur bústað hjá (samveruforeldrið). Foreldur hava felags ábyrgd av, at barnið varðveitir samband við samveruforeldrið.
Høvuðsendamálið við at áseta samveru er at tryggja, at barnið varðveitir samband við bæði foreldur.
Í flestu førum avtala foreldur sjálvi, hvussu samvera skal skipast, men hava foreldur trupult við at verða samd, kann Familjufyrisitingin hjálpa teimum at semjast. Verða foreldur ikki samd við hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um eina samveruskipan umframt at áseta treytir í sambandi við samveru, um tað verður mett neyðugt.
Samvera er ein rættur hjá samveruforeldrum. Familjufyrisitingin kann bara áseta samveru, um samveruforeldrið vil hava samveru og í mesta lagi so nógva samveru, sum samveruforeldrið ynskir.
Nærri kunning um okkara royndir og ráð til, hvørji viðurskifti eru góð at hava í huga, tá ið støða skal takast til skipan av samveru, er at lesa niðanfyri og í faldara okkara um samveru her á síðuni.
Eru foreldur samd um, hvussu samvera skal skipast, er ikki neyðugt at seta seg í samband við Familjufyrisitingina.
Oyðublaðið Avtala um samveru er at finna her, og tað kann nýtast til íblástur ella sum eitt samveruskjal eftir avtalu millum foreldrini.
Foreldur avgera sjálvi, um samveruavtala teirra millum skal kunna tvingsilsfremjast gjøgnum fútarættin. Skal samveran kunna tvingsilsfremjast gjøgnum fútarættin, skal krossur setast í teigin um tvingsilsfulnað í oyðublaðnum. Les meira um tvingsilsfulnað niðanfyri.
Verður oyðublaðið hjá Familjufyrisitingini ikki brúkt, skal tað standa týðiligt í avtaluni, at avtalan er við tvingsilsfulnaði, um samveran skal kunna tvingsilsfremjast.
Ein nágreinilig samveruavtala
Ein nágreinilig avtala gevur ofta minni høvi til ósemjur um tað, sum er avtalað. Tí verður viðmælt, at foreldur tilskila ár, vikur, dagar og klokkutíð.
Dømi um nágreiniliga avtalu um gerandis-/vikuskiftissamveru:
- Frá mikudegi í makaðari viku kl.16.00 til sunnudagin eftir kl. 14.00
Dømi um nágreiniliga avtalu um samveru í jólafrítíðini:
- Ómakað ár, frá 23. desember kl. 12.00 til 26. desember kl. 16.00
Eisini verður viðmælt foreldrum, at taka støðu til, hvør hevur ábyrgd av at heinta og handa barnið, og møguliga eisini hvar heintan og handan fer fram.
Familjufyrisitingin kann vanliga bert broyta eina avtalu um samveru, um viðurskiftini eru munandi broytt, síðan avtalan varð gjørd, ella um tað verður mett best fyri barnið at broyta samveruskipanina. Les meira um at broyta samveru niðanfyri.
Bæði foreldur kunnu søkja Familjufyrisitingina um, at samvera verður ásett ella broytt. Familjufyrisitingin kann tó einans áseta samveru, um og í tí vavi samveruforeldur vil.
Samvera er ikki tengd at, hvør hevur foreldramyndugleikan yvir barninum. Hava foreldur felags foreldramyndugleika, er tað tó neyðugt at fáa greiðu á, hvar barnið hevur ella skal hava bústað fyri at kunna áseta samveru. Eru foreldur, ið hava felags foreldramyndugleika, ikki samd um, hjá hvørjum teirra barnið skal hava skrásettan bústað, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um bústaðin. Les meira um bústaðin hjá barninum her.
Onnur, sum barnið er knýtt at, kunnu eisini søkja um, at samvera verður ásett. Familjufyrisitingin kann áseta samveru við onnur, sum barnið er knýtt at, um annað ella bæði foreldur eru deyð ella ókend, og í serligum førum, um barnið hevur avmarkað samband við foreldrið, sum tað ikki býr hjá.
Uppruna skyldfólk hjá ættleiddum barni kunnu eisini fáa samveru ella annað samband ásett við barnið gjøgnum Familjufyrisitingina.
Børn, hvørs foreldur ikki liva saman, og sum eru fylt 10 ár, kunnu heita á Familjufyrisitingina um at kalla foreldrini á fund um foreldramyndugleikan, bústaðin hjá barninum ella samveru. Familjufyrisitingin skal tá boða foreldrunum á fund at tosa um viðurskiftini, ið barnið hevur borið fram.
Søkjast kann um, at samvera verður ásett, við at fylla út og senda Familjufyrisitingini oyðublaðið Umsókn um áseta ella broyta samveru. Umsóknin er at finna undir Oyðubløð her.
Er barn umsorganaryvirtikið, tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð um samveru. Foreldur at barni, ið er umsorganaryvirtikið, kunnu ikki søkja Familjufyrisitingina um at áseta samveru.
Eru foreldur ósamd um samveru, kann annað av foreldrunum ella bæði søkja um, at samvera verður ásett ella broytt. Hetta verður gjørt við at útfylla og senda Familjufyrisitingini oyðublaðið Umsókn um at áseta ella broyta samveru. Umsóknarblaðið er at finna undir Oyðubløð her.
Er barnið búsitandi í Danmark, skal umsóknin sendast Familieretshuset. Sí nærri kunning á www.familieretshuset.dk. Er barnið búsitandi uttanfyri danska ríkið, skal umsókn sendast avvarðandi myndugleika, har barnið býr. Familjufyrisitingin kann viðgera eitt mál um samveru, um foreldur eru samd um, at Familjufyrisitingin skal viðgera málið.
Tá ið Familjufyrisitingin hevur móttikið eina umsókn um samveru, verður umsóknin send hinum foreldrinum til viðmerkingar. Síðani verða bæði foreldur biðin um at koma á fund.
Tað verður mett sera umráðandi, at foreldur megna at samstarva um barnið. Endamálið við fundinum er tí at hjálpa foreldrunum at finna semju um eina samveruskipan.
Verða foreldrini ikki samd um samveru á fundinum, verða upplýsingar frá foreldrunum brúktar til at lýsa málið til eina avgerð um samveru. Á fundinum verða foreldrini eisini boðin at royna barnaserkøna ráðgeving ella mekling. Les meira um barnaserkøna ráðgeving og mekling her.
Ein avgerð hjá Familjufyrisitingini skal altíð takast út frá, hvat verður mett best fyri einstaka barnið, og Familjufyrisitingin skal altíð lýsa sjónarmiðini hjá barninum í máli um foreldramyndugleika, bústað hjá barninum, samveru ella annað samband.
Familjufyrisitingin kann biðja um upplýsingar frá stovni, skúla ella øðrum viðkomandi myndugleika, fyri at lýsa, hvat er best fyri einstaka barnið. Sjónarmið hjá barninum kunnu verða lýst við at hava samrøðu við barnið ella við at gera eina barnaserkøna kanning. Harafturat verða upplýsingar frá foreldrunum brúktar til at lýsa áskoðanina hjá barninum.
Í sambandi við møguliga samrøðu við barn skal atlit takast til aldurinum á barninum. Ein samrøða er til dømis ikki altíð væl egnað til smærri børn. Tá kann tað verða mett betri við einari barnaserkønari kanning, einum ummæli frá ansingarstovni, skúla ella øðrum serkønum, sum kenna barnið.
Verður ein samrøða við barnið mett at verða barninum til bága ella uttan týdning fyri málið, hevur Familjufyrisitingin ikki samrøðu við barnið.
Tað kann eisini verða mett óneyðugt at hava samrøðu við barnið, um foreldrini eru samd um, at tað ikki skal gerast, ella um talan er um smáspurningar í sambandi við útinnan av samveru.
Tað er ein rættur og ikki ein skylda hjá barni at leggja fram síni sjónarmið.
Les meira um barnasamrøður í faldarunum Um barnasamrøðuna - til foreldur / til barnið.
Í serligum føri kann tørvur vera á at viðgera mál á øðrvísi hátt, eitt nú um annað av foreldrunum ikki er búsitandi í Føroyum.
Familjufyrisitingin ásetir vanliga bert yvirskipaða samveru í eini avgerð. Foreldur taka sjálvi avgerð um neyvari viðurskifti í samveruskipanini. Foreldur kunnu eisini altíð avtala annað enn tað, sum Familjufyrisitingin hevur ásett. Eru foreldur ósamd um neyvari viðurskifti í samveruskipanini ella til dømis stakar broytingar í samveruskipanini, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og mekling.
Ein avgerð hjá Familjufyrisitingini kann tvingsilsfremjast. At ein samveruavgerð er við tvingsilsfulnaði og kann tvingsilsfremjast merkir, at samveruforeldur, sambært § 535 stk. 1, nr. 4 í rættargangslógini (Lov nr. 964 af 26. juni 2020 om Retsplejelov for Færøerne) kann fáa hjálp í fútarættinum, verður barnið ikki latið til samveru. Somuleiðis kann bústaðarforeldur fáa hjálp í fútarættinum, um barnið ikki kemur heim eftir samveru.
Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at partarnir hava fingið fráboðan um avgerðina.
Familjufyrisitingin skal altíð lýsa sjónarmiðini hjá barninum í viðgerð av einum máli um foreldramyndugleika, bústað hjá barninum, samveru ella annað samband.
Hetta kann millum annað gerast við at hava samrøðu við barnið.
Børn hava rætt til at siga sína hugsan, men tað er ikki ein skylda. At eitt barn hevur rætt til at bera fram síni sjónarmið, merkir ikki, at barnið tekur avgerð í málinum, ella at avgerð einans verður tikin út frá tí, sum barnið sigur.
Einki aldursmark er fyri, hvussu gomul børn skulu vera fyri at verða hoyrd. Tað er ein ítøkilig meting alt eftir aldri, búnaskapi og øðrum viðurskiftum hjá barninum umframt viðurskiftum í málinum annars. Seks ára gomul børn hava verið til samrøðu í Familjufyrisitingini.
Meta bæði foreldur, at tað er til skaða fyri barnið at verða tikið við í viðgerðina av málinum, skal barnið ikki hoyrast. Ein barnasamrøða verður ikki framd, um samrøðan kann verða til bága fyri barnið ella um samrøðan ikki verður mett at hava týdning fyri málið.
Sjónarmiðini hjá barninum kunnu eisini verða lýst á annan hátt, eitt nú við einari barnaserkønari kanning, ummæli frá ansingarstovni, skúla ella øðrum serkønum, sum kenna barnið.
Tað er ein barnaserkønur ráðgevi ella sálarfrøðingur, ið hevur barnasamrøðurnar.
Børn, eins og vaksin, hava rætt til at hava hjásita, um tey verða tikin við í viðgerð av máli um foreldramyndugleika, bústað hjá barninum, samveru ella annað samband.
Les meira um barnasamrøður í faldarunum Um barnasamrøðuna - til foreldur / til barnið.
Samvera skal vera í tí vavi, sum verður mett best fyri einstaka barnið, og samvera verður ásett út frá eini ítøkiligari meting av viðurskiftum hjá einstøku familjuni.
Tað finst eingin frymil ella minstamark fyri vavið av samveru. Familjufyrisitingin kann ikki áseta meira samveru enn ta samveru, ið samveruforeldur vil hava.
Í faldaranum "Samvera" er meira kunning um samveru, hvat er umráðandi at hava í huga, tá ið foreldur avtala samveru, umframt uppskot til ymsar samveruskipanir, sum kunnu brúkast til íblástur.
Familjufyrisitingin kann avgera, at samvera skal verða undir eftirliti, um serlig viðurskifti tala fyri tí, og tað verður mett best fyri barnið, ella sum liður hjá Familjufyrisitingini at upplýsa málið til avgerð. Eisini kann Familjufyrisitingin nokta at áseta samveru ella avgera at seta áður ásetta samveru úr gildi, um tað verður mett best fyri barnið.
Gerandis- og vikuskiftissamvera
Tá ið Familjufyrisitingin skal meta um, hvør samvera er best fyri eitt barn, verður dentur lagdur á ymisk viðurskifti. Millum annað:
- Aldur og búnaskap hjá barninum.
- Sjónarmið hjá barninum – alt eftir aldri og búnaskapi.
- Gerandisdagin hjá barninum íroknað frítíðarvirksemi.
- Samband millum barnið og samveruforeldrið higartil.
- Samstarvsevnini hjá foreldrunum.
- Persónlig viðurskifti og arbeiðsviðurskifti hjá foreldrunum.
- Frástøða millum bústaðirnar hjá foreldrunum.
- Sambandið hjá barninum við systkin, íroknað hálv- og stjúksystkin.
- Onnur viðkomandi viðurskifti.
Frítíðarsamvera
Samvera í frítíð og høgtíðum verður eisini ásett við støði í einari ítøkiligari meting av einstøku viðurskiftunum. Samvera í frítíðum kann verða ásett eftir hesum leisti:
- Summarfrítíð í 3-4 vikur.
- Nakrar dagar í heystfrítíðini ella alla heystfrítíðina annað hvørt ár.
- Nakrar dagar á páskum ella alla páskafrítíðina annað hvørt ár.
- Um jólini, soleiðis at samvera er jólaaftan annað hvørt ár.
- Nýggjár annað hvørt ár.
Í sambandi við at áseta samveru í høgtíðum og frítíð verður dentur eisini lagdur á mentan og siðvenju hjá einstøku familjunum.
Svevur barnið ikki hjá samveruforeldrinum, tá ið gerandis-/vikuskiftissamvera er, ásetir Familjufyrisitingin vanliga heldur ikki frítíðarsamveru við náttarvisti.
Serligt um smábørn
Vanliga verða stuttar samverur við styttri tíð ímillum samverurnar ásettar fyrstu mánaðirnir í lívinum hjá barninum. Samvera kann síðani økjast við aldrinum á barninum.
Er sambandið gott millum barn og samveruforeldur, kann samvera við náttarvisti ásetast, tá ið barnið er umleið 9-12 mánaðir.
Foreldur kunnu avtala at broyta áður avtalaða ella ásetta samveru. Familjufyrisitingin kann eftir umbøn seta eina nýggja samveruavtalu í nýtt samveruskjal við tvingsilsfulnaði.
Eru foreldur ósamd um, at samveran skal broytast, kann Familjufyrisitingin eftir umsókn taka avgerð um at broyta eina avtalu ella avgerð um samveru, um broytingin verður mett best fyri barnið, ella um víst er á munandi broytt viðurskifti.
Familjufyrisitingin fer vanliga ikki undir at viðgera mál um at broyta samveru, um broytingin ikki snýr seg um yvirskipaðu karmarnar fyri samveru. Familjufyrisitingin kann til dømis ikki taka avgerð um at leingja ella flyta eina samveru orsakað av føðingardegi í familjuni ella tílíkum støkum hendingum ella viðurskiftum. Smáar og stakar tillagingar í yvirskipaðu samveruskipanini mugu foreldur sjálvi avtala sínámillum. Verða foreldur ikki samd, er tað fasta samveruskipanin, ið er galdandi.
Í slíkum føri kunnu foreldur biðja Familjufyrisitingina um barnaserkøna ráðgeving ella mekling.
Vísir umsøkjari ikki á munandi broytt viðurskifti, sum tala fyri at broyta samveruna, ella verður broyting ikki mett best fyri barnið, kann Familjufyrisitingin avvísa at viðgera umsókn um at broyta samveru.
Familjufyrisitingin kann taka fyribils avgerð um samveru, ímeðan eitt mál um foreldramyndugleika, bústað hjá barninum ella samveru er til viðgerðar. Ein fyribils avgerð er galdandi, til ein endalig avgerð um samveru er tikin.
Foreldur hava felags ábyrgd av, at barnið verður handað og heintað til og frá samveru umframt at bera møguligar ferðaútreiðslur í sambandi við samveru. Flestu foreldur avtala sínámillum, hvussu tey býta heintan og handan av barninum, og hvussu tey býta ferðaútreiðslur í sambandi við samveru.
Eru foreldur ikki samd, verður mælt til, at samveruforeldrið hevur ábyrgd av og ber kostnaðin í sambandi við, at barnið verður heintað til samveru, og bústaðarforeldrið hevur ábyrgd av og ber kostnaðin av, at barnið verður heintað aftur, tá ið samveran endar.
Eru foreldur ósamd um ferðing og ferðaútreiðslur í sambandi við samveru, kann Familjufyrisitingin í heilt serligum føri og eftir umbøn taka avgerð um býtið av ferðing og ferðaútreiðslum. Í metingini verður dentur lagdur á heilt serlig landafrøðilig atlit ella onnur atlit til ferðing, og um umstøðurnar í málinum annars tala fyri at víkja frá meginregluni um, at foreldur deila útreiðslurnar. Tað kann soleiðis út frá eini heildarmeting av ymiskum viðurskiftum vera mett eyðsæð órímiligt, at annað av foreldrunum skal halda ein part av ferðingini, áðrenn vikið verður frá meginregluni.
Foreldur at barni hava ábyrgd av heintan og handan, men persónar, sum barnið er knýtt at, kunnu eisini heinta og handa barnið.
Er samvera ásett við onnur enn foreldur, hevur viðkomandi ábyrgd av heintan og handan av barninum í sambandi við samveru umframt at bera møguligar ferðaútreiðslur.
Býr samveruforeldur uttanlands, avtala summi foreldur, at børn ferðast einsamøll. Til dømis bjóðar Atlantic Airways eina tænastu, har starvsfólk í flogfelagnum fylgja barninum á ferðini. Eru foreldur ikki samd um, at barnið kann ferðast einsamalt, avgerð Familjufyrisitingin vanliga ikki, at barnið skal ferðast einsamalt.
Ein ásett ella avtalað samvera fellur bara burtur, um foreldrini eru samd og avtala tað, ella um Familjufyrisitingin ella Føroya rættur hevur tikið avgerð um tað.
Hevur Familjufyrisitingin tikið avgerð um samveru, ella er avtalað samvera sett í eitt samveruskjal við tvingsilsfulnaði, kunnu foreldur fáa hjálp frá fútarættinum, um annars ásett samvera ikki verður hildin. Hava foreldur sjálvi avtalað samveru, skal tað standa týðiligt í avtaluni, at hon er við tvingsilsfulnaði, um tey vilja hava møguleika at fáa hjálp frá fútarættinum. Les meira um tvingsilsfulnað niðanfyri.
Samveruforeldrið hevur rætt til viðbótarsamveru fyri mista samveru, um samveran ikki var orsakað av, at bústaðarforeldrið forðaði fyri tí uttan haldgóða orsøk. Les meira um viðbótarsamveru niðanfyri.
Bústaðarforeldrið kann eisini uppliva, at samveruforeldrið ikki heintar barnið ella ikki vil hava samveru. Í slíkum førum kunnu myndugleikarnir ikki hjálpa við at tvingsilsfremja samveru. Tað er sostatt eingin møguleiki at noyða samveru, um samveruforeldrið ikki vil tað.
Vil bústaðarforeldrið hava feriu saman við barninum, og ætlaða ferian liggur uttan fyri vanliga frítíð og halgidagar, og ferian eisini gongur út yvir samveru millum barn og samveruforeldur, skal bústaðarforeldrið søkja Familjufyrisitingina um, at ítøkiliga samveran, sum liggur í ætlaðu feriuni, fellur burtur. Bústaðarforeldrið kann tó leggja feriu saman við barninum í vanligari feriutíð, um barnið ikki hevur frítíðarsamveru við samveruforeldrið ella uttan fyri vanliga feriutíð, um tað ikki gongur út yvir samveru millum barn og samveruforeldur.
At ein samveruavgerð ella samveruavtala er við tvingsilsfulnaði og kann tvingsilsfremjast merkir, at vil bústaðarforeldrið ikki lata barnið til samveru, kann samveruforeldrið fáa hjálp frá fútarættinum at fremja samveruna. Kemur samveruforeldrið ikki aftur við barninum aftan á at samveran eigur av vera endað, kann bústaðarforeldrið fáa hjálp frá fútarættinum (§ 535 í rættargangslógini Lov nr. 964 af 26. juni 2020 om Retsplejelov for Færøerne).
Er eitt foreldur í hesi støðu, kann viðkomandi seta seg í samband við Føroya rætt, um barnið býr í Føroyum, og avvarðandi dómstól, um barnið er uttanlands.
Fútarætturin tvingsilsfremur ikki eina samveru, um mett verður at tað kann vera til bága fyri barnið.
Verður avtalað ella ásett samvera ikki hildin, orsakað av, at bústaðarforeldrið hevur forðað samveru uttan haldgóða orsøk, hevur samveruforeldrið rætt til sjálvvirkandi viðbótarsamveru, um hetta er ásett í samveruskjalið ella í avtaluna millum foreldur um samveru.
Viðbótarsamveran verður í vikuni eftir, at ásetta samveran ikki varð hildin, undir somu treytum, sum samvera annars varð avtalað ella ásett.
Hetta er tó treytað av, at tað ikki var orsakað av viðurskiftum hjá samveruforeldrinum, at avtalaða ella ásetta samveran ikki varð hildin, og at samveruforeldrið beinanvegin eftir, at samveran ikki varð hildin, hevur givið bústaðarforeldrinum boð um, at viðkomandi vil hava viðbótarsamveru vikuna eftir.
Samveruforeldrið kann ikki fáa viðbótarsamveru fyri
- samveru, sum er ásett í feriu ella halgidøgum
- samveru undir eftirliti ella
- samveru, sum sambært avtalu ella avgerð skal verða hildin ávísa tíð, sum ikki fylgir av einari nærri fastlagdari ætlan.
Viðbótarsamvera verður ikki ásett, um
- samveran fellur heilt ella partvíst saman við ásettari ella avtalaðari samveru, ella um
- samveran fellur heilt ella partvíst saman við feriu ella halgidøgum, sum barnið hevur saman við bústaðarforeldrinum.
Familjufyrisitingin kann nokta at áseta samveru ella avgera at seta áður ásetta samveru ella avtalaða samveru úr gildi. Dømi sum kunnu føra til at samvera verður noktað ella at samvera verður sett úr gildi eru:
- Langtíðarskilnaður millum barn og samveruforeldur.
- Óstøðufesti hjá samveruforeldri.
- Høgt ósemjustøði millum foreldur.
- Tilburðir, har samveruforeldur hevur brúkt harðskap.
- Tí at barnið vil tað.
Hvat er samvera undir eftirliti?
Samvera undir eftirliti merkir, at samvera millum barn og samveruforeldur verður eygleidd av einum barnaserkønum ráðgeva, øðrum fakpersóni, einum familjulimi ella øðrum.
Samvera undir eftirliti verður ásett, tá ið Familjufyrisitingin ikki metir, at aðrir møguleikar eru at áseta samveru millum barn og samveruforeldur.
Hvat er endamálið við samveru undir eftirliti?
Nógvar ymsar orsøkir kunnu vera til, at Familjufyrisitingin tekur avgerð um, at samveruforeldur í eitt tíðarskeið er undir eftirliti, meðan samvera er.
Tað kann vera tí at Familjufyrisitingini tørvar fleiri upplýsingar um sambandið millum barn og samveruforeldur, tí at sambandið millum barn og foreldur hevur verið slitið í longri tíð, ella tí at barnið og foreldrið ikki kennast nóg væl. Samvera undir eftirliti kann eisini setast í verk, um ósemjustøðið millum foreldrini er serliga høgt og merkt av nógvum stríði og manglandi samstarvi um barnið, ella tá ákæra ella illgruni er um harðskap ella misnýtslu.
Fýra sløg av samveru undir eftirliti
Eygleidd samvera verður vanliga brúkt, tá ið tørvur er á fleiri upplýsingum um barn og samveruforeldur. Tað kann vera ein liður í einari barnaserkønari kanning. Eygleiðingin myndar í slíkum føri grundarlag undir einari meting av, hvussu samvera skal skipast frameftir. Ein avgerð um eygleidda samveru er sostatt liður í at lýsa málið og er ikki ein avgerð um hvørt samvera skal verða ella ikki skal verða framyvir.
Hjáverusamvera verður millum annað brúkt, um tað einans er tørvur á at hava ein uttanveltaðan persón hjástaddan undir samveruni. Til dømis í førum har ósemjustøðið er serliga høgt millum foreldur, og bústaðarforeldur av hesi orsøk er ímóti samveruni. Í slíkum førum kann tað vera ein hjálp og samstundis vera við til at tryggja sambandið millum barnið og samveruforeldrið. Umframt at hjáverusamvera er ein háttur at seta gongd í regluliga samveru. Hjáverusamvera kann eisini brúkast í førum, har tað verður mett best fyri barnið at hava samband við foreldur, men bert á kennskapsstøði. Samband á kennskapsstøði er samvera við lutfallsligum longum tíðarbili ímillum og í stutta tíð. Hjáverusamvera kann eisini brúkast í førum, har tørvur er á at fáa heintan og handan av barninum at rigga.
Stuðlað samvera verður til dømis brúkt um samveruforeldur er ungt, óbúgvið ella sera óvant at ansa eftir barninum, ella um barnið er heilt ungt ella ber brek. Stuðlað samvera hevur til endamáls at tryggja eina stigvísa tilvenjing, og møguliga eisini at læra foreldrið at vera saman við barninum.
Vard samvera hevur við sær, at samveran er undir støðugum eftirliti. Vard samvera verður oftast brúkt, um barnið ikki hevur havt samband við samveruforeldrið í langa tíð, ella um óvissa er, um foreldrið megnar at taka sær av og skapa tryggleika fyri barnið. Tað kann til dømis vera, um samveruforeldrið er misnýtari, ella illgruni er um misnýtslu. Vard samvera verður eisini brúkt í førum, har illgruni er um ópassandi atferð, ella um bústaðarforeldrið hevur borið fram ótta fyri, at barnið verður tikið úr Føroyum, og vandin fyri burturflyting ikki kann vísast aftur. Vard samvera kann brúkast, um Familjufyrisitingin ikki metir, at aðrir møguleikar eru fyri samveru.
Familjufyrisitingin kann í serligum føri taka avgerð um samband umvegis telefon, ella aðrar samskiftismiðlar.
Serlig viðurskifti skulu liggja til grund fyri, at Familjufyrisitingin tekur avgerð um annað samband. Til dømis um møguleiki ikki er fyri vanligari samveru ella um samvera er serliga avmarkað orsakað av til dømis arbeiðsstøðuni hjá samveruforeldrinum – tað kann til dømis vera sjófólk.
Ein avgerð ella avtala um annað samband kann ikki tvingsilsfremjast. Tað vil siga, at foreldur kunnu ikki fáa hjálp í fútarættinum, um ein avgerð ella avtala um annað samband ikki verður hildin.
Felags foreldramyndugleiki
Hava foreldur felags foreldramyndugleika, kunnu bæði foreldur ferðast við barninum uttanlands, uttan at tað krevur avgerð frá Familjufyrisitingini ella samtykki frá hinum foreldrinum. Hetta er tó ikki galdandi um foreldur eru ósamd um foreldramyndugleikan, ella um Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð at avmarka rættin til, at samvera kann útinnast uttanlands, og samtykki tí krevst frá hinum foreldrinum.
Hava foreldur felags foreldramyndugleika og eru ósamd um foreldramyndugleikan, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um, at annað av foreldrunum kann ferðast uttanlands við barninum í eitt styttri tíðarskeið. Í hesum sambandi er endamálið við uppihaldinum avgerandi fyri, hvussu leingi viðkomandi kann ferðast við barninum.
Bústaðarforeldur hevur fullan foreldramyndugleika
Hevur bústaðarforeldur einaforeldramyndugleika gevur ein samveruavgerð hjá Familjufyrisitingini bert rætt til samveru í Føroyum, danska kongaríkinum og hinum Norðurlondunum. Foreldur kunnu sjálvi avtala, at barnið kann ferðast við samveruforeldrinum uttanfyri Norðurlond.
Verða foreldur ikki samd, kann samveruforeldrið søkja Familjufyrisitingina um samveru uttan fyri Norðurlond. Familjufyrisitingin metir, um tað er til barnsins besta at fara við samveruforeldri uttanlands. Í nógvum førum avger Familjufyrisitingin, at barnið sleppur at halda frítíð uttanlands ella at vitja familju uttanlands.
Um ein ítøkiligur ella bráðfeingis vandi er fyri, at barnið verður burturflutt ella afturhildið uttanlands, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um at nokta einum foreldri at ferðast við barninum. Familjufyrisitingin kann eisini taka avgerð um at nokta einum foreldri at ferðast við barninum til ferðamál, sum danska Uttanríkismálaráðið hevur skrásett sum vandamikil.
Tann, sum er partur í einum máli hjá Familjufyrisitingini, kann sambært fyrisitingarlógini til eina og hvørja tíð, tá málið verður viðgjørt, lata seg umboða av advokati ella øðrum ella fáa hjálp frá øðrum t.d. við at hava hjásita við á fundir.
Familjufyrisitingin metir tað tó av týdningi fyri avgerð í málinum ella fyri at røkka eini semja millum foreldur, at foreldrini eisini persónliga eru við.
Myndugleikin kann tó krevja, at parturin persónliga er við, tá tað er av týdningi fyri avgerðina í málinum.
Í sambandi við at barn verður tikið við í viðgerina av einum máli um samveru, foreldramyndugleika ella bústaðin hjá barninum, skal barnið hava møguleika at hava hjásita.
Foreldur, ið eru partur í máli um bústað hjá barni ella samveru, hava rætt til ókeypis umboðan frá advokati, um tey lúka ásettar fíggjarligar treytir. Inntøkumarkið at fáa játtað ókeypis umboðan er tað sama sum í førum, har frí rættarførsla er játtað sambært kapittul 41 í retsplejelov for Færøerne.
Les meira um ókeypis umboðan her.
Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur frá tí degi kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kæran skal sendast til:
Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til fks@fks.fo.
Í summum førum kann Familjufyrisitingin taka mál upp aftur til nýggja viðgerð, um ein kæra verður móttikin. Til dømis um kæran hevur nýggjar viðkomandi upplýsingar.
Les meira um samveru í
- Løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru
- faldarunum “Samvera”, “Barnið í miðdeplinum” og "Tá ið samstarvið er trupult"