24 mar 2022
Danish International Adoption (DIA) koma til Føroya

30. mars 2022 til 1. apríl 2022 er danski ættleiðingarmiðlandi stovnurin DIA á vitjan í Føroyum.

Í sambandi við vitjanina bjóðar DIA til kunnandi fund um altjóða fremmandaættleiðing tann 30. mars 2022. Fundurin er fyri øll, sum umhugsa at ættleiða, góðkendar ættleiðarar, sum standa á bíðilista, umframt onnur áhugað.

Eftir felags fundin verður ein fundur fyri góðkendar ættleiðarar, ið standa á bíðilista.

Ættleiðingarfelagið hevur aðalfund 31. mars 2022. Og í tí sambandi er DIA við til at skipa fyri fundi fyri ættleiðingarforeldrum og ættleiddum børnum, ungum og vaksnum.

DIA skal eisini hittast við Familjufyrisitingini, sum viðger umsóknir um ættleiðing, har tosað verður um samstarv millum stovnarnar í ættleiðingarmálum.

Les meira um vitjanina hjá DIA í Føroyum og hvussu tú teknar teg til kunnandi fundin her.

Tú kanst eisini lesa meira um fremmandaættleiðing her.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur