Fremmandaættleiðing
Fremmandaættleiðing er ættleiðing av barni yngri enn 18 ár, har ættleiðari ikki hevur so mikið tætt tilknýti til barnið ella foreldrini hjá barninum, at talan verður um familjuættleiðing. Um barnið verður ættleitt úr útlandi, er tað ein altjóða fremmandaættleiðing. Men hevur barnið bústað í Danmark ella Føroyum er talan um innanlands fremmandaættleiðing.
Tað vil siga, at fremmandaættleiðing fevnir bæði um føroysk/donsk børn og útlendsk børn (børn frá øðrum londum enn Føroyum og Danmark), ið ættleiðari ikki kennir.
Gevið gætur, at tað ber ikki til at seta serlig krøv ella ynski um kyn, tjóðskap, aldur ella útsjónd hjá barninum.
Fyri at kunna fremmandaættleiða, krevst góðkenning at ættleiða frá Familjufyrisitingini.
Verður søkt um góðkenning at ættleiða eitt útlendskt barn ella eitt føroyskt/danskt barn, skal umsókn um fremmendaættleiðing sendast Familjufyrisitingini. Umsóknaroyðublaðið liggur her.
Hesi skjølini skulu leggjast við umsóknini (er talan um tveir umsøkjarar, er neyðugt at báðir partar leggja neyðugu skjølini við umsóknini):
-
Avrit av føði- og navna-/dópsbrævi
-
Avrit av vígslubrævi (um umsøkjarar eru giftir)
-
Avrit av yvirliti frá TAKS viðvíkjandi inntøku
-
Avrit av ársuppgerðum frá TAKS fyri seinastu 3 árini
-
Avrit av seinastu kapitalvinningsuppgerð frá TAKS
-
Avrit av seinastu ognaruppgerð frá TAKS
-
Avrit av váttan frá TAKS viðvíkjandi skattaeftirstøðu
-
Heilsuváttan*
-
Læknaváttan fyri* (GG: Skal ikki vera eldri enn 3 mánaðir, tá ið umsóknin verður latin inn)
-
Yvirlit yvir ogn og skuld (Ognaruppgerð)*
-
Yvirlit yvir fíggjarviðurskifti (Fíggjaryvirlit)*
*Oyðublað til heilsuváttan, læknaváttan, ognaruppgerð og fíggjaryvirlit eru at finna her,
Gev gætur, at læknaváttanin skal fyllast út av kommunulæknanum hjá umsøkjara/umsøkjarum. Læknaváttanin kann ikki vera eldri enn 3 mánaðar, tá ið umsóknin verður latin inn. Umsøkjari rindar sjálvur fyri læknaváttanina.
Gev gætur, at umsóknin ikki er at rokna sum innlatin, fyrr enn váttanir, skjøl o.a., sum umrøtt verða í oyðublaðnum, eru komin Familjufyrisitingini í hendi.
Tá Familjufyrisitingin hevur móttikið umsóknina um góðkenning sum ættleiðari, heintar Familjufyrisitingin inn upplýsingar:
- frá Almannaverkinum, um umsøkjari/umsøkjarar hava ógoldna skuld til Almannaverkið. Umframt um umsøkjari/umsøkjarar tey seinastu 5 árini hava verið fevnd av máli, sum Almannaverkið umsitur – íroknað, hvør hjálp er veitt og nær.
- Víðkaða revsiváttan, umframt møguligar dómar og politifrágreiðingar.
- Fullfíggjað bústaðaryvirlit frá Landsfólkayvirlitinum.
Umframt omanfyri nevnda biður Familjufyrisitingin:
- Barnaverndartænastuna um eina meting, um Barnaverndartænastan mótmælir, at loyvi verður givið til samdøgursrøkt í privatari familjurøkt (fosturloyvi)
Um umsøkjari/umsøkjarar eiga barn/børn, biður Familjufyrisitingin eisini:
- stovn/skúla/heilsusystur um eina meting, hvussu barnið/børnini trívast saman við øðrum børnum og vaksnum, umframt eina meting av tí/teirra likamligu og sálarligu menning, og hvussu leingi tað/tey eru á stovni ella í skúla um dagarnar.
Gev gætur, at í umsóknaroyðublaðnum er eisini samtykki til, at Familjufyrisitingin m.a. kann innheinta omanfyri nevndu upplýsingar.
Tá Familjufyrisitingin hevur fingið neyðugu upplýsingarnar frá umsøkjara/umsøkjarum og hevur heintað neyðugu upplýsingarnar, verða umsøkjari/umsøkjarar kallað inn til fund hjá einum løgfrøðingi í Familjufyrisitingini.
Á fundinum verður spurt um innheintaðu upplýsingarnar og um viðurskiftini hjá umsøkjara/umsøkjarum sum heild. Á fundinum verður eisini vegleitt um ta víðari góðkenningartilgongdina.
Síðani skulu umsøkjari/umsøkjarar luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði (um tað er fyrstu ferð, at umsøkjari/umsøkjarar fremmandaættleiðir).
Síðani kemur sosialráðgevi hjá Familjufyrisitingini á heimavitjan til tess at meta, um umsøkjari/umsøkjarar hava neyðugu førleikarnar at ættleiða. Sosialráðgevin ger eina einstaklingalýsing av førleikunum hjá umsøkjara/umsøkjarum at ættleiða.
Einstaklingalýsingin hjá sosialráðgevanum, umsókn og innheintaðar upplýsingarnir verða síðani lagdir fyri Ættleiðingarsamráðnum, ið ger eina vegleiðandi meting, um umsøkjari/umsøkjarar eiga at verða góðkend at ættleiða. Familjufyrisitingin ger síðani eina niðurstøðu í málinum.
Í kanningar- og góðkenningartilgongdini verður fyrst kannað, um umsøkjari lýkur ávísar góðkenningartreytir. Harnæst verður kannað, um umsøkjari annars kann metast at vera skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn. Mitt ímillum hesi liggur ættleiðingarfyrireikandi skeiðið.
Gev gætur, at tað er ein grundleggjandi treyt fyri at ættleiða, at ættleiðingin kann metast at vera til barnsins besta.
Kanningar- og góðkenningartilgongdin og treytirnar kunnu lýsast í hesum stigum:
Yvirskipaðar og objektivar kanningar- og góðkenningartreytirnar
Yvirskipaðu og objektivu góðkenningartreytir, ið tú/tit skulu lúka, eru hesar:
- Tey, ið vilja ættleiða saman, skulu hava búð saman í minsta lagi 2 ½ ár.
- Kropsliga og sálarliga heilsustøðan hjá umsøkjarum skal ikki avmarka møguleikan fyri, at ættleiðingargongdin verður tað besta fyri barnið.
- Umsøkjari/umsøkjarar skulu hava ein bústað, ið er hóskandi til at fostra barnið upp í.
- Umsøkjari/umsøkjarar skulu hava ráðilig fíggjarlig viðurskifti
- Umsøkjari/umsøkjarar skulu ikki vera revsað fyri viðurskifti, ið geva orsøk til grundaðan iva um førleikan at ættleiða.
- Tað má í mesta lagi vera ein aldursmunur á 42 ár millum barnið og umsøkjara, tó skal umsøkjari vera í minsta lagi 25 ár.
Lúka umsøkjari/umsøkjarar ikki omanfyri nevndu treytir, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um at sýta eina umsókn um góðkenning at ættleiða uttan at kanna málið nærri.
Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini tilmæli til brúk fyri slíkari avgerð.
Lúka umsøkjari/umsøkjarar omanfyri nevndu treytir, heldur Familjufyrisitingin áfram við góðkenningartilgongdini, uttan at málið verður lagt fyri Ættleiðingarsamráðið. Næsta stigið er ættleiðingarfyrireikandi skeið.
Ættleiðingarfyrireikandi skeið
Um umsøkjari/umsøkjarar ikki hava ættleitt áður, men lúka nevndu treytirnar omanfyri, er næsta stigi luttøka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði. Skeiðið er ein sjálvstøðugur partur av kanningartilgongdini og góðkenningartilgongdini. Skeiðið er áðrenn kanningina av, hvørt umsøkjari/umsøkjarar eru skikkað sum ættleiðararar.
Skeiðið er ókeypis og er skipað og bjóðað av Gigni (Heilsutrygd). Skeiðið varar samanlagt í uml. 15 tímar (alt eftir tørvi), og hvør undirvísing er uml. 2-4 tímar. Undirvísingin fer fram í ávíkavist hølum hjá Gigni og heima hjá umsøkjara. Skeiðið skal verða hildið innan ein mánaður er farin frá, at Familjufyrisitingin hevur mett, at umsøkjari/umsøkjarar lúka yvirskipaðu og objektivu treytirnar til góðkenning. Hetta er fyri at tryggja, at viðgerðin av umsóknununum ikki verður seinkað óneyðuga leingi.
Endamálið við skeiðinum er at tryggja, at umsøkjarar gera eina sjálvrannsakan í mun til orsøkina at ættleiða og foreldraførleikan – og at umsøkjari/umsøkjarar kunnu seta tykkum inn í serligu støðuna, sum ættleidda barnið hevur. Dentur verða eisini lagdur á lívið sum ættleiðari, vegin til avgerðina at ættleiða, týdningin av barnloysi, saknin eftir einum barni, samlívið og á søgurnar, ið umsøkjarar hava í viðførinum, hvussu uppvøksturin hevur verið, og førleikan at knýta bond. Harumframt verður dentur lagdur á lívið sum ættleiðingarfamilja, upprunaforeldrini hjá barninum og upprunan og lívið hjá barninum áðrenn ættleiðinga, hvønn týdning tilknýti hevur fyri barnið, og hvussu ættleidda barnið og ættleiðingarforeldur fáa eitt gott tilknýti.
Tað ber til at lesa meira um skeiðið á heimasíðuni hjá Gigni, har tað eisini ber til at melda til skeiðið. Nærri kunning um ættleiðingarskeiðið fæst eisini til fyrsta fundin, sum umsøkjarar vera bjóðaðar til í Familjufyrisitingini.
Tá ættleiðingarskeiðið er gjøgnumført, skal Familjufyrisitingin boðast frá, og skeiðsprógvið skal sendast til okkum. So verður farið í holt við næsta stigið í góðkenningartilgongdini, ið er at meta, um umsøkjari/umsøkjarar annars kunnu metast skikkað at fostra upp eitt ættleitt barn.
Gev gætur, at skott er millum skeiðið og metingina hjá Familjufyrisitingini av førleikanum at ættleiða. Hetta fyri at tryggja, at umsøkjarar kenna skeiðið at vera eitt frírúm, har umsøkjarar kunnu deila tankar og hugsanir um ættleiðing. Skeiðshaldararnir hava tagnarskyldu.
Førleiki at ættleiða
Aftaná ættleiðingarfyrireikandi skeiðið er liðugt, og Familjufyrisitingini er fráboðað, fer Familjufyrisitngin í holt við at lýsa førleikan at ættleiða. Familjufyrisitingin ger eina einstaklinga lýsing av umsøkjara/umsøkjarum, har førleikin at ættleiða verður lýstur. Fyri at vera góðkend/-ur at ættleiða, skal ein sambært einari ítøkiligari meting verða mett/-ur at vera skikkað/-ur at varða av og hava umsorgan fyri einum ættleiddum barni. Metingin verður m.a. grundað á skrivligu einstaklingalýsingina, sum sosialráðgevin hjá Familjufyrisitingini hevur latið úr hondum í sambandi við heimavitjanina. Frágreiðingin lýsir ynski at ættleiða, persónsmensku, áhugar, framtíðarætlanir, innanhýsis samlív og kunnleika og hugsan um børn v.m.
Kanningar- og góðkenningartilgongdin endar við, at Familjufyrisitingin út frá upplýsingunum í málinum, umframt einstaklinga lýsingini, tekur støðu til, hvørt umsøkjari/umsøkjarar lúka yvirskipaðu og objektivu treytirnar at ættleiða, og hvørt umsøkjari/umsøkjarar verða mett skikkað at fostra upp eitt ættleitt barn. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini tilmæli til brúk fyri støðutakanina.
Um tað verður mett, at umsøkjari/umsøkjarar lúka yvirskipaðu og objektivu treytirnar, um umsøkjari/umsøkjarar hava luttikið á ættleiðingarfyrireikandi skeiði, og umsøkjari/umsøkjarar verða mett skikkað at fostra upp eitt ættleitt barn, verður avgerð tikin um at góðkenna umsøkjara/umsøkjarar at ættleiða.
Leingjan av góðkenning
Góðkenning at ættleiða er galdandi í 4 ár frá tí, at avgerð um góðkenning er tikin.
Um góðkendir ættleiðari/ættleiðarar ikki hava fingið eitt barn í boði aftaná 4 ár, ber til at søkja um at leingja góðkenningina. Familjufyrisitingin kann taka avgerð um at leingja eina góðkenning við 2 árum, og góðkenningin kann leingjast fram til, at ættleiðarar í mesta lagi eru 47 ár eldri enn barnið.
Einligir umsøkjarar kunnu eisini verða góðkendir at ættleiða.
Einligur umsøkjari skal gjøgnum somu kanningar- og góðkenningtilgongd sum pør.
Dentur verður lagdur á, tá mett verður um førleikan at ættleiða, at umsøkjari hevur serligar førleikar, sum gera umsøkjaran føra/føran fyri at fostra eitt barn upp einsamøll/einsamallur. Serliga verður dentur lagdur á, at umsøkjarin hevur eitt gott samband við sína familju og kenningar.
Altjóða ættleiðing er ættleiðing av barni, ið er føtt í øðrum landi enn Føroyum ella Danmark. Tað skal ikki vera tætt tilknýti millum foreldrini hjá barninum og ættleiðingarforeldur.
Tað er Ankestyrelsen, sum vanliga miðlar ættleiðingar í Danmark og í Føroyum.
Fyri at ættleiða krevst góðkenning frá Familjufyrisitingini. Tað ber til at lesa meira um góðkenningartilgongdina og um treytirnar fyri at fáa góðkenning at ættleiða omanfyri.
Ættleiðingarsamráðið ger tilmæli til Familjufyrisitingina, um umsøkjari/umsøkjarar kunnu góðkennast at ættleiða. Familjufyrisitingin ger síðani av, um umsøkjari/umsøkjarar verða góðkend at ættleiða.
Um Familjufyrisitingin veitir umsøkjara/umsøkjarum góðkenning at ættleiða, kann Familjufyrisitingin eftir ynski senda málið víðari til Ankestyrelsen.
Sí oyðublað um umsókn um góðkenning at ættleiða her.
Innanlands ættleiðing er ættleiðing av barni, ið hevur bústað í danska ríkinum.
Ættleiðingin er vanliga dulnevnd. Umsøkjarar kenna ikki foreldrini hjá barninum, og tey kenna ikki umsøkjarar.
Fyri at ættleiða eitt barn í danska ríkinum krevst góðkenning frá Familjufyrisitingini. Tað ber til at lesa meira um góðkenningartilgongdina og um treytirnar fyri at fáa góðkenning at ættleiða omanfyri.
Ættleiðingarsamráðið ger tilmæli til Familjufyrisitingina, um umsøkjari/umsøkjarar kunnu góðkennast at ættleiða. Familjufyrisitingin ger síðani av, um umsøkjari/umsøkjarar verða góðkend at ættleiða.
Um Familjufyrisitingin veitir umsøkjara/umsøkjarum góðkenning at ættleiða, sendir Familjufyrisitingin málið víðari til Adoptionsnævnet.
Sí meira um innanlands ættleiðing á heimasíðuni hjá Adoptionsnævnet her.
Útlendsk børn:
Tað er Ankestyrelsen, sum vanliga miðlar ættleiðing av útlendskum børnum til góðkendar ættleiðarar. Ankestyrelsen setur seg í samband við ættleiðarar við kunning um barnið, sum eftir ætlan skal latast teimum.
Tá ættleiðari/ættleiðarar skulu taka støðu til, um tey vilja ættleiða eitt ítøkiligt barn, ber til at biðja um ráðgeving hjá einum uttanveltaðum barnalækna, ið er starvssettur hjá Adoptionsnævnet.
Á heimasíðuni hjá Adoptionsnævnet sæst, hvørjum barnalækna til ber at leita sær ráðgeving frá.
Børn fødd í danska ríkinum:
Miðlingin av ættleiðingarbørnum fødd í danska ríkinum til góðkendar ættleiðarar verður framd av Adoptionsnævnet, sum er nevnd undir Ankestyrelsen.
Adoptionsnævnet setur seg í samband við ættleiðarar við kunning um barnið, sum eftir ætlan skal latast teimum.
Tá ættleiðari/ættleiðarar skulu taka støðu til, um tey vilja ættleiða eitt ítøkiligt barn, ber til at biðja um ráðgeving hjá einum uttanveltaðum barnalækna, ið er starvssettur hjá Adoptionsnævnet.
Á heimasíðuni hjá Adoptionsnævenst sæst, hvørjum barnalækna til ber at leita sær ráðgeving frá.
1-3 mánaðir áðrenn farið verður eftir barninum, skulu ættleiðingarforeldur hava ættleiðingarráðgeving í 3 tímar.
Heilsutrygd, Gigni, skipar og veitir ráðgevingina gjøgnum ráðgevarar, ið eru knýttir at Heilsutrygd, Gigni.
Endamálið við ráðgevingini er at leggja lunnar undir eina góða byrjan til nýggja lívið sum familja sum heild og veita ráðgeving, stílað til tí ítøkiligu familjuna og hennara ítøkiliga tørv – og eisini vónandi at tryggja góðar karmar kring uppvøksturin hjá barninum.
Gev gætur, at ráðgevingin er kravd. Soleiðis hava øll ættleiðingarforeldur somu fortreytir, tá ættleitt verður.
Eftir at Familjufyrisitingin hevur fingið boð frá miðlandi felagsskapinum um heimtøku av barninum, boðar Familjufyrisitingin Gigna frá, sum síðani setur seg í samband við foreldur viðvíkjandi ættleiðingaráðgeving.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Gigna, www.gigni.fo.
Innliman í Fólkayvirlitið
Foreldur skulu melda barnið til Fólkayvirlitið í sínari kommunu. Foreldur kunnu seta seg í samband við kommununa fyri nærri kunning um, hvørji skjøl kommunan tørvar.
Læknakanning av barninum
Tá barnið kemur heim til Føroyar er skilagott, at barnið verður kannað av lækna – íroknað kanning fyri MRSA (mótstøðuførar stafylokokk bakteriur).
Ættleiðingarfarloyvi
Ættleiðingarforeldur hava rætt til ættleiðingarfarloyvi. Familjufyrisitingin krevur, at foreldur halda farloyvi við barninum eftir heimtøku av barninum.
Sí meira um rættin til barsilspening á www.barsil.fo
Ættleiðingarstuðul
Foreldur hava rætt til ættleiðingarstuðul, um foreldur hava heimtikið barn frá útlandinum. Foreldur skulu útfylla og lata inn umsókn um ættleiðingarstuðul, ið er tøkt á www.av.fo. Hetta saman við váttan frá Familjufyrisitingini, at barnið er komið til Føroyar.
Les um ættleiðingarstuðul á www.av.fo
Barnaískoyti
Einligur ættleiðari hava rætt til eitt barnaískoyti frá Almannaverkinum aftaná, at barnið er heimtikið. Umsóknarblaðið eitur ”Umsókn um serligt barnaískoyti” og er at finna á www.av.fo
Sí meira um hetta á www.av.fo
Ráðgeving stutt eftir, at barnið er komið heim
1-3 mánaðar eftir at barnið er komið heim, skulu foreldur aftur hava ættleiðingarráðgeving í 3 tímar.
Heilsutrygd, Gigni, skipar og veitir ráðgevingina gjøgnum ráðgevarar, ið eru knýttir at Heilsutrygd, Gigni.
Endamálið við ráðgevingini er at leggja lunnar undir eina góða byrjan til nýggja lívið hjá familjuni –og at veita ráðgeving stílað til ítøkiligu familjuna og hennara ítøkiliga tørv. Og eisini vónandi at tryggja góðar karmar kring uppvøksturin hjá barninum. Ráðgevingin er ikki treytað av, at tað eru trupulleikar til staðar kring einstøku ættleiðingina.
Ráðgevingin er at meta sum eitt fyribyrgjandi tiltak, og tí er týðningarmikið, at øll fáa eina beinleiðis, ítøkiliga ráðgeving beint áðrenn og stutt eftir, at barnið kemur heim.
Gev gætur, at ráðgevingin er kravd. Soleiðis hava øll ættleiðingarforeldur somu fortreytir, tá ættleitt verður.
Gigni setur seg í samband við foreldur viðvíkjandi ættleiðingaráðgevingini.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Gigni, www.gigni.fo.
Onnur ráðgeving
Tað er ikki óvanligt, at ættleiðingarfamiljur dragast við avbjóðingar eftir ættleiðingina. Talan kann vera um avbjóðingar ella støður í dagligdegnum, ið eru truplar.
Umframt ráðgeving beint áðrenn og stutt eftir, at barnið er komið heim, hava foreldur rætt til ættleiðingarráðgeving 2 x 10 tímar. 10 tímar skulu brúkast, áðrenn barnið hevur verið heima í 5 ár. 10 tímar kunnu brúkast, til barnið hevur fylt 18 ár. Tá tað snýr seg um størri børn, er talan eisini um ráðgeving til barnið.
Heilsutrygd, Gigni, skipar og veitir ráðgevingina gjøgnum ráðgevarar, ið eru knýttir at Heilsutrygd, Gigni.
Gev gætur, at ráðgevingin er sjálvboðin, og foreldur skulu seta seg í samband við Gigni, um tey ynskja ráðgeving.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Gigni, www.gigni.fo.
Eftir heimtøkuna skulu foreldur vera varug við:
Heilsurøktarfrøðingur
Foreldur hava møguleika at fáa ráð og vegleiðing frá heilsurøktarfrøðingi hjá Gigni. Royndirnar siga, at nógvar familjur eru glaðar fyri hetta tilboð. Foreldur kunnu seta seg í samband við heilsurøktarfrøðingin antin áðrenn ella aftaná, at barnið er komið heim.
Gev gætur, at Familjufyrisitingin boðar Gigni frá um heimtøkuna av barninum uml. 1-3 vikur eftir, at Familjufyrisitingin hevur fingið boð frá miðlandi felagsskapinum um heimtøku av barninum. Gigni setur seg síðani í samband við familjuna við tilboði um heimavitjan, mammubólk v.m.
Sí meira um tilboðið við heilsurøktarfrøðingini á www.gigni.fo
Ættleiðingarloyvi ella viðurkenning
Tá barnið er komið til Føroyar, skal søkjast um ættleiðingarloyvi ella váttan uppá, at Føroyar viðurkennir útlendsku ættleiðingaravgerðina. Tað er Familjufyrisitingin, sum útflýggjar ættleiðingarloyvi ella ættleiðingarváttan.
Ankestyrelsen veitir Familjufyrisitinigni neyðugu løgfrøðiligu skjølini.
Uppfylgjanarfrágreiðingar
Upprunalandið hjá barninum vil gjarna frætta, hvussu barnið trívist og mennist hjá nýggju familjuni.
Einstøku londini seta krøv um eitt tal av frágreiðingum. Summar frágreiðingar skulu gerast av Familjufyrisitingini og summar av foreldrunum sjálvum.
Tá Familjufyrisitingin ger uppfylgjanarfrágreiðingina, kemur sosialráðgevi hjá Familjufyrisitingini á vitjan hjá familjuni.
Útreiðslur í sambandi við altjóða ættleiðing
Útreiðslur eru tengdar at ættleiðing av barni frá øðrum landi. Størsta útreiðslan er gjaldið, ið skal rindast til Ankestyrelsen.
Harafturat eru útreiðslur tengdar at heilsuváttanum í góðkenningartilgongdini, ferðaútreiðslum til einstøku londini, koppseting og annað.
Stuðul í sambandi við altjóða ættleiðing
Tað ber til at søkja um ættleiðingarstuðul frá landskassanum. Stuðulin er 100.000 krónur. Søkjast kann, tá barnið er komið heim.
Útreiðslur og stuðul í sambandi við innanlands ættleiðing
Útreiðslur eru eisini tengdar at ættleiðing av barni frá danska ríkinum. Útreiðslur til heilsuváttanir í góðkenningartilgongdini, ferðaútreiðslur v.m.
Tað er ikki møguligt at søkja um stuðul til innanlands ættleiðing.
Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærustovnin innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kæran skal sendast til:
Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til fks@fks.fo
Fyri nærri kunning um fremmandaættleiðing ber til at
- lesa faldaran hjá Familjufyrisitingini um fremmandaættleiðing her.
- lesa meira á heimasíðuni hjá Adoptionsnævnet: www.adoptionsnaevnet.dk
- lesa meira á heimasíðuni hjá Ankestyrelsen: ast.dk/born-familie/adoption
- lesa um galdandi lóggávu á ættleiðingarøkinum her.
Er tørvur á fleiri upplýsingum um ættleiðing, ella eru ivamál um eitthvørt, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina.