17 nov 2023
Familjufyrisitingin fer nú undir at halda foreldrasamstarvsskeið

Talan er um eitt námsfrøðiligt skeið við undirvísing og smærri venjingum, sum foreldrapørini gera hvør sær. 

Tað er ókeypis fyri foreldur at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.

Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum kunnleika, íblástur og amboð til at betra samstarvið um teirra felags børn. Vit vita frá gransking, at samstarv millum foreldur er nakað av tí, sum hevur størstan týdning fyri tryggleika og trivnað hjá børnum, hvørs foreldur ikki liva saman.

Fyrsta skeiðið byrjar eftir ætlan í februar 2024. Talan er um tríggjar undirvísingardagar á fýra tímar.

Finn meira kunning um foreldrasamstarvsskeiðið og tilmeldingarskjal her.

 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur